Mistu koyrikortið fyri at koyra ørt

Í gjárkvøldið varð løgreglan ein túr við ferðmátara

Í gjárkvøldið var løgreglan á ferð við tí endamáli at kanna, hvussu skjótt bilar koyrdu. Tey vóru í Søldafirði, har eitt ferðsluóhapp hevði verið í gjáranáttina.

Og tað var ikki til fánýtis, tí tey tóku ein bilførara, sum koyrdi so skjótt, at hann misti koyrikortið á staðnum.

Hann koyrdi nevniliga 108 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.

Umframt at koyrikortið varð tikið á staðnum, fær hann eisini eina trivaliga bót upp á nakrar túsund krónur.

Í gjárkvøldið tók løgreglan eisini ein bilførara, sum koyrdi bil, hóast hann ikki hevði koyrikort og sostatt heldur ikki loyvi til at koyra bil.