Føroysku leikararnir munnu iðra seg nakað nógv, eftir at teir mistu sigurin burtur, tá bert sjey minuttir vóru eftir at spæla. Teir høvdu hildið tætt í samfullar 73 minuttir, men máttu í síðsta enda taka til takkar við einum teprum 0-1 tapi.
Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og megnaðu teir at standa dønum kurl. Tað var sjónligt, at danska liðið var nakað sterkari enn føroyska, men teir megnaðu ongantíð av álvara at hótta føroyska málið í fyrra hálvleiki, hóast teir vóru spælstýrandi liðið.
Nakrar smávegis málmøguleikar fekk danska liðið tó spælt seg til, men komu teir ongantíð so nær sum at verða vandamiklir. Í hinum endanum høvdu okkara mans eisini nakrar hálvar kjansir, sum tað tó heldur ikki spurdist nakað munagott burtur úr.
Merktu møðina
Sum seinni hálvleikur leið byrjaði møðin so smátt at síggjast á føroysku leikarunum. Danir, sum í fyrra hálvleiki høvdu havt leikliga yvirvág, fingu alsamt betri tak á føroysku leikarunum, har orkan so smátt var við at renna undan.
Tá trýstið bara var alsamt vaksandi fingu danir fleiri hornaspørk, og tað var aftan á eitt tílíkt, at teir kundu leggja seg á odda. Eitt hornaspark varð sent væl innfyri, tá 73. minuttir vóru spældir. Bólturin varð sparkaður aftur og fram, áðrenn ein dani at enda kundi seta hann í málið og leggja Danmark framm um 0-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Pætur Clementsen er venjari hjá føroyska liðnum, og hann dylir ikki fyri, at teir nú eftir dystin eru eitt sindur vónbrotnir:
- Tú kanst lítið ætla, at tað er tungt at missa so seint í dystinum, so tað er ikki frítt, at vit eru vónbrotnir. Men samstundis hava vit allatíðina í huganum, at vit framman undan hildu, at eitt úrslit av hesum slagnum var eitt frálíkt úrslit, so samanumtikið eru vit bara væl nøgdir við at hava fingið eina so fræga byrjan upp á kappingina, segði Pætur Clementsen, U17-landsliðsvenjari um dystin móti Danmark.