Mistu seinastu dagarnar av illveðri

Niclas Davidsen, landingarformaður á Toftum, væntar ikki nógv skip aftrat fyri jól.

Ólagaliga veðrið, sum verið hevur seinastu tíðina, hevur rikið øll línuskip til lands, sum annars kundu hugsast at fiskað nakrar dagar aftrat fyri jólahøgtíðina.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður hjá Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, væntar ikki, at landingarliðið hjá honum fer at landa nógv skip aftrat hesu megin jól.

 

- Øll línuskipini eru komin inn, nú veðrið hevur verið so ólagaligt. Tað er upp á tal, at eitt av garnaskipunum - Oknin - kemur inn at landa aftrat fyri jól.

 

Landingarformaðurin sigur, at hóast veðrið hevur roynst ólagaligt seinastu tíðina, hava nakrir útróðrarbátar kortini stungið seg avstað, tá skáar hava verið.

 

- Útróðrarbátarnir, sum vit plaga at landa á Toftum, hava sum heild fingið væl av fiski í heyst, sigur Niclas Davidsen.