Mitsubishi - fleiri nýggir bilar á veg

Eftir at sølan av Mitsubishi bilum hevur verið fallandi í nøkur ár, er gongdin nú vend. Í 2001 varð ein nýggj verkætlan sett í verk, ið hevur gjørt fyritøkuna rentabla aftur. Næstu árini er ætlanin et koma við hópin av nýggjum modellum

Magnus Gunnarsson


Í nýggju verkætlanini hjá Mitsubishi er ætlanin at koma við 15 nýggjum modellum í Japan, 12 í Norðuramerika, 14 í Evropa og 12 á Asiu og aðrastaðni í heiminum. Av tí at DaimlerChrysler eiga stóran part í Mitsubishi, koma teir at samstarva við MCC Smart, ið eisini hoyra til DaimlerChrysler. Ein nýggjur Mitsubishi Colt er komin á japanska marknaðin. Næsta ár kemur Colt til Evropa í eini nakað annarleiðis útgávu. Hesin nýggi Colt, ið nú er komin á marknaðin í Japan, er fyrsti bilurin í nýggja konseptinum. Bilurin, ið er gjørdur í samstarvi við DaimlerChrysler, hevur ein framkomnan undirvogn og sera góðar koyrieginleikar. Trygdin og kvaliteturin eru á høgum støði. Nýggi Colt´urin skal eftir ætlan vera við til at fáa veruliga gongd á søluna av Mitsubishi. Colt er eitt gamalt navn hjá Mitsubishi, fyrsti Colt 600 bleiv gjørdur í 1962. Fyrsti Colt kom til Evropa í 1978. Mitsubishi og DaimlerChrysler koma at brúka Colt plattformin til framleiðslu av Smart og Mitsubishi bilum, sum skulu framleiðast á NedCar bilverksmiðjuni í Hálandi.