»Mítt lestrarlív« á Amager

Tann 4. september skipar BankNordik fyri tiltaki fyri føroyingum í Keypmannahavn undir yvirskriftini »Mítt lestrarlív«.

Tann 4. september skipar BankNordik fyri tiltaki fyri føroyingum í Keypmannahavn undir yvirskriftini »Mítt lestrarlív«.

 

Hurðarnar verða lætnar upp í deild bankans á Amagerbrogade, har høvi verður at møta øðrum føroyingum, at hoyra føroyskan tónleik og at fáa okkurt føroyskt til matna.

 

Tiltakið er serliga ætlað føroyingum, sum nýliga eru fluttir til Danmarkar í lestrarørindum. Møguleiki verður at fáa svarað nógvum av teimum spurningum, ið stinga seg upp í sambandi við flyting til eitt annað land og í sambandi við lestrarbyrjan.

 

Umboð frá MFS koma at siga frá, um hvussu tað er at vera lesandi, og hvat tú serliga skalt hugsa um, tá tú fert undir eina nýggja útbúgving.

 

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark kemur at siga frá um ymisk viðurskifti, tú skalt hugsa um, tá tú flytur til Danmarkar. Eitt nú um danskt p-tal, skattafrádrátt, ferðaískoyti og bústaðarviðurskifti.

 

Umboð fyri BankNordik koma at tosa um peningaviðurskifti, tá tú ert lesandi. Tú kanst millum annað fáa íblástur til, hvussu tú fært fíggjarviðurskiftini at hanga saman, tá tú skalt liva av lestrarstuðli. Tú kanst eisini fáa meira at vita um, hvørji tilboð bankin hevur til lesandi, til dømis fyrimunaskipanina fyri ung: NordikSolo.

 

Jens Marni kemur at spæla tónleik.

Borðreitt verður við føroyskari fiskasúpan og føroyskum drykkjuvørum.