- Jólini verða fyrst og fremst hildin saman við familjuni. Síðan eg byrjaði sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum, eru jólini tó byrjaði við, at eg fari til gudstænastu á Landssjúkrahúsinum jólaaftansdag.
Tað sigur Margit Stórá.
- Jólaaftan halda vit sum oftast heima hjá okkum sjálvum, og í ár verður tað saman við húsfólkunum og verfaðiri mínum. Elsti sonur okkara og verdóttirin búgva í Onglandi og verða ikki heima á jólum í ár.
Margit Stórá vísir á, at 1. jóladag er siðvenja hjá teimum at verða saman við mammu síni og systkjum við makum, børnum og ommu-og abbabørnum.
- Í ár verða vit hjá beiggja mínum og svigarinnuni í Miðvági. Onkur er staddur uttanlands og fær tískil ikki verið við.
Men, hevur varastjórin á Landssjúkrahúsinum nakað jólagávuynski í ár?
- Mítt jólaynski í ár er, at vit kunnu halda hesi jólini sum ætlað - saman við okkara kæru. Seinastu jól fingu vit ikki hildið fast í siðvenjuni 1. jóladag vegna koronu, men vónandi loyvir koronustøðan í landinum okkum tað í ár.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Fyri meg eru jólini ein gleðistíð. Mær dámar sera væl jólamánaðin og øll ljósini, sum lýsa hesa myrku tíð. Mær dámar væl upplivingina av eini gleðishátíð, har fólk eru góð við hvønn annan og raðfesta at vera saman við sínum kæru, sigur Margit Stórá.
Er okkurt, tú serliga minnist í árinum sum fer?
- Tað eru so nógv góð minnir frá árinum í ár. Elsti sonurin og verdóttirin vóru heima í Føroyum fyrra hálvár í ár. Tað hevur verið gott at havt øll okkara heima samstundis.
Margit Stórá vísir á, at í ár var aftur møguligt at liva meira ”normalt” enn eitt nú í fjør - við teimum nógvu koronuavmarkingunum, sum tá vóru.
- Fyri meg hevur hetta havt við sær, at vit aftur - og oftari - hava kunnað samlast saman við familju og vinum, og tað gleðist eg yvir, sigur varastjórin á Landssjúkrahúsinum.