Míttland: Klárt at seta í gongd

Pallurin er reistur og seinastu ljóðroyndirnar verða í løtuni gjørdar. Veðrið er av tí fagrasta og sostatt er klárt til Míttland

 

 

Seinastu fyrireikingarnar eru við at verða lidnar og um eina lítla løtu verður stóri føroyski tónleikadagurin Míttland skotin í gongd.

 

 

Veðrið er av tí allar fagrasta, við klárum himmali, logn og brennandi sól. Sostatt er lagt upp til ein frálíkan tónleikadag úti á Femøren í Keypmannahavn.

 

 

Fyriskipararnir vænta út við 2000 gestir til stóra tónleikadagin, sum hevur eina skrá, sum er spekkað við føroyskum tónleikarum.

 

 

Tiltakið byrjar nú klokkan 13.30 danska tíð og heldur áfram til á miðnátt, tá rundað verður av við tjóðsanginum.