Fyriskiparin av Míttland, Gudmundur Djurhuus, er sera væl nøgdur við festivaldagin.
Nú er farið at festivaldagurin Míttland farin at halla. Og fyriskiparin av tiltakinum, Gudmundur Djurhuus, er sum heild sera væl nøgdur við, hvussu tiltakið hevur eydnast.
- Vit stúrdu eitt sindur fyri, hvussu veðrið mundi fara at vera og hvussu nógv fólk kanska mundu fara at koma. Men nú vísti tað seg, at veðrið hevur verið av tí allarfagrasta, og eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við, hvussu tiltakið hevur hilnast, sigur Gudmundur Djurhuus í samrøðu við Rás 2.
Fyriskiparin dylir ikki fyri, at hetta gevur mót upp á, at tiltakið møguliga kann gerast eitt afturvendandi fyribrigdi.
- Og eg má siga, at eg eri sera takksamur fyri alla ta stóru hjálp, vit hava fingið. Eg vil siga eina stóra tøkk til øll tey, ið hava hjálpt til og á ein ella annan hátt hava rætt okkum eina hond, segði Gudmundur Djurhuus, fyriskipari av Míttland.
Nú eru seinastu nøvnini við at fara á pallin, og um eina lítla løtu endar stóri festivaldagurin Míttland við at tjóðsangurin fer at runga um Femøren. Og lagt er upp til eina megnarframførslu av tjóðsanginum, har út við 2000 føroyingar og útisetar kunnu leggja lív og sál í og syngja tjóðsang okkara av allari megi, soleiðis at eingin í økinum kann ivast í, at hetta hevur verið eitt tiltak, ið er føroyskt inn á merg.