Mjølnir er nú næstfremst

Flogbóltur - Við sigrinum á Fleyr í gjárkvøldið fór Mjølnir fram um SÍ á stigatalvuni, og klaksvíkingarnir hava nú góðan møguleika at koma í FM-finaluna ímóti ÍF

– Hesin sigurin hevði nógv at siga fyri okkum, og vit hava góðar møgu­leikar at koma í finaluna. Vit hava ofta gott tak á Fleyr, og hóast teir vóru øgiliga uppsettir í kvøld, høvdi vit munin, segði liðformaðurin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen tá 3-1 sigurin á Fleyr var veruleiki.
Talan var um ein fínan flog­bólts­dyst í Gundadalshøllini í Havn, har menn báðu megin netið løgdu heil­hjartað til brots. Liðini vóru sera jøvn, og ofta skiftust tey um at vera á odda í settunum. Og tað segði kanska alt, at Mjølnir skuldi ígjøgn­um ikki færri enn fimm sett- og dystar­bóltar í fjórða setti, áðrenn sigurin kom til høldar.
Tey bæði fyrstu settini byrjaði Mjølnir betur og var á odda, men so kom Fleyr afturíaftur. Í tí fyrsta settinum eydnaðist Fleyr at koma framum, hóast Mjølnir var á odda 23-22, og Fleyr vann settið 26-24. Hinvegin sá annað sett mestsum avgjørt út ta einu løtuna, tá Mjølnir var frammanfyri 16-9, men so kom Fleyr sterkt aftur og fór framum síðstu løtuna. Mjølnir hevði settbólt við 24-22, men servaði í netið, og avgerðin fall ikki fyrr enn tað bleiv 29-27 til Mjølnir.
Triðja sett var ikki so javnt sum hini, og tað vann Mjølnir 25-18, men í fjórða setti vóru liðini púra jøvn til tað allarsíðsta. At tað var Mjølnir, sum alla tíðina ímóti endanum vann sær møguleika fyri sett- og dystar­bóltum, tardi helst meira upp á kreftirnar hjá Fleyr, sum at enda mátti lúta.
– Nú verður tað eitt sindur trupult at røkka finaluna, tí Mjølnir fer tvey stig fram um okkum og eigur ein dyst á, so tað verður hart, skulu vit fáa teir aftur. Hetta var nokk tann dysturin, ið var avgerandi fyri, um vit ordiliga skuldu vera við ella ikki. Tí var tað eyka keðiligt, at vit skuldu tapa hann, segði hevarin hjá Fleyr, Hans Fróði Jensen.