Mjølnir er steypavinnari!

Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum í 2011. Tað er fyrsta steypasigurin og gullmerkið, sum kvinnurnar úr Klaksvík hava vunnið síðan 2005.

 

Tað vóru nógv óneyðug mistøk, sum sermerktu steypafinaluna hjá kvinnum. Bæði liðini høvdu tamarhaldið í løtum, og noyddust liðini at spæla eitt fimta sett fyri at avgera dystin. SÍ - Mjølnir 2-3 (15-25, 25-22, 15-25, 25-22 og 12-15)

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Steypafinalan í kvinnuflogbólti millum SÍ og Mjølnir sær púra opin út, tí hvørki av liðunum vil hava favoritt-spjaldrið sett á seg, nú steypaheiðurin stendur upp á spæl. Mjølnir hevur ikki verið í steypafinaluni seinastu fimm árini.

 

5. SETT: Mjølnir vann 15-12

 

12-15 MJØLNIR ER STEYPAVINNARI 2011!!

12-14 SÍ fær aftur stig. Nú eru tvey stig á muni! Kvinnurnar úr SÍ kunnu ikki gera nakað mistak, tí so hava tær tapt.

11-14 SÍ er við enn! 11-14!

10-14 SÍ vinnur hendan bóltin.

9-14 Birgit Guttesen lyftir upp um blokkin! 14-9 til Mjølnir! Mjølnir er eitt stig frá steypasigrinum!

8-13 Mjølnir manglar tvey stig!

8-11 SÍ livir í vónini. Trý stig á muni nú.

6-11 Mjølnir er við yvirlutan, fimm stig frammanfyri! Tað er nógv, sum bendir á, at kvinnurnar úr Klaksvík vinna fyrsta gullmerki síðan 2005!

6-9 Karin Mikkelsen vinnur flestu bóltarnar hjá SÍ. Aftur nú. Hon syrgir fyri, at kvinnurnar úr Sørvági eru framvegis við!

5-8 Mjølnir er enn við yvirlutan. Liðini skifta leikhálvu.

4-6 Her kókar í høllini! Mjølnir er á odda!

3-5 Tað er stórt trýst á báðum liðunum. Mjølnir hevur lagt bragdligari fyri. SÍ tekur time-out.

1-0 SÍ var fyrsta stigið.

 

4. SETT: SÍ vann 25-22.

 

25-22 SÍ hevur vunnið! Tað verður ein fimm-settari!

20-21 Mjølnir hevur fingið leiðsluna! Fýra stig afturat, og Mjølnir er steypavinnari.

16-15 Mjølnir hevur spælt væl seinastu løtuna. Eitt stig á muni!

15-12 Liðini gera nógv óneyðug mistøk. Tað bendir á, at nervarnir eru høvuðsorsøkin.

12-9 Mjølnir hevur havt eina góða løtu nú. Trý stig á muni.

9-4 SÍ hevur greiða yvirvág nú. Kvinnurnar úr Sørvági eru nógv meira avgjørdar í sínum spæli.

5-3 SÍ er undir trýsti nú. Tær skulu vinna hetta settið. Kvinnurnar úr Sørvági eru eisini á odda við tveimum.

1-1 Fjórða settið er byrjað. Vinnur Mjølnir hetta settið, eru kvinnurnar úr Klaksvík steypavinnarar.

 

3. SETT: Mjølnir vann 25-15.

 

19-25 Mjølnir hevur vunnið triðja sett! Mjølnir hevði hugflog í spælinum og framdi fá mistøk, samanborið við SÍ.

19-24 Mjølnir skal bara hava eitt stig afturat.

19-23 Mjølnir vinnur tvey stig upp í slag.

19-21 SÍ ger eina seinastu roynd at vinna seg aftur í hesum settinum. Mjølnir hevur havt leiðsluna allatíð, og tað seinasta hevur restað í hjá SÍ.

14-18 Mjølnir hevur ikki vunnið nakað steyp síðan 2005. Liðið stevnir móti sigrinum í løtuni. Í øllum førum higartil.

12-15 SÍ stríðist væl, men álopsspælið haltar í løtum. Mjølnir tykist hava tamarhald á støðuni, hóast munurin er lítil.

10-13 Mjølnir hevur verið omaná higartil í triðja setti.

 

2. SETT:

 

25-22 Liðini hava skift leiklut, og SÍ var við yvirlutan allatíð.

15-11 Munurin er framvegis trý til fýra mál. Tað broytist ikki.

11-8 Mjølnir tykist hava fingið fótin fyri seg aftur. Munurin er nú trý mál.

10-4 48 ára gamla Marjun Kalsø er komin á vøllin. SÍ er á odda við seks málum.

7-3 Boban Ilic, venjari hjá Mjølnir, hevur tikið time-out.

7-3 SÍ er framvegis á odda. Kvinnurnar úr Sørvági spæla meira beinleiðis og seta ofta Mjølnir undir trýst við servunum.

2-0 SÍ hevur lagt væl frá landi í øðrum setti.

 

1. SETT: Mjølnir vann 25-15.

 

15-25 Mjølnir hevur vunnið fyrsta sett! SÍ hevur gjørt nógv teknisk mistøk higartil, serliga í móttøkunum, men Mjølnir hevur eisini servað væl.

15-24 Nú restar lítið hjá Mjølnir.

12-23 Tað eru serliga móttøkurnar hjá SÍ, sum er trupulleikin. Mjølnir bara økir um leiðsluna.

12-18 Mjølnir hevur beina kós móti sigrinum í fyrsta settinum. SÍ hevur lítið hugflog í sínum spæli, og tað tykist sum, at Mjølnir veit hvørjaferð, hvussu tær skulu verja fyri teimum.

7-11 Móttøkurnar eru grundarlagið fyri góðum flogbóltsspæli. SÍ hevur havt trupult við móttøkunum, og tí fáa kvinnurnar úr Sørvági ikki hótt mótstøðuliðið.

5-7 Nú er Mjølnir á odda! Jóan Petur á Stongum, venjari hjá SÍ, hevur tikið time-out.

5-5 Mjølnir hevur fingið ferð á nú. Javnleikur 5-5.

4-0 SÍ hevur lagt bragdligari fyri. Kvinnurnar úr Sørvági eru á odda 4-0. Frálík byrjan hjá SÍ. Venjarin hjá Mjølnir hevur longu tikið time-out.