Mjølnir ? TB 3 ? 1 (22?25, 25-21, 25-8, 25-21)
Flogbóltur, kvinnur
Leygardagin var ein endurtøka av dystinum í NS-cup seinasta vikuskifti, tá Mjølnir vann finaluna 3-1 á TB. TB kom best frá byrjan og leikti til tíðir væl í fyrsta settinum og megnaði eisini at vinna fyrsta settið 25-22, men um ein skal vinna á føroyameistarunum úr Klaksvík, so er tað ikki nokk bert at leika væl til tíðir.
Tað skal áhaldandi gott spæl til, og ikki er ráðtil smávegis feilir, tí teir duga klaksvíksgenturnar at nýta til fullnar.
Næsta settið var javnt við góðum leiki til tíðir, men tað vann Mjølnir 25-21. Triðja settið vann Mjølnir í meistarstíli 25-8, og tað var ongantíð ivi um, at hetta var annar av steypafinalistunum, sum var á vøllinum.
?Marjun-fintan?
Meira javnt var í fjórða settinum, men tá hevði Mjølnir næstan tryggjað sær sigurin, tí tá ein kann vinna 25-8 í einum setti, so eigur ein at vinna dystin. Og so var. Seinasta settið endaði 25-21 til Mjølnir, og harvið hevði Mjølnir enn einaferð tryggjað sær at vera á odda í landskappingini saman við Drátti.
Á Mjølnir liðnum legði ein serliga til merkis samanspælið millum Marjun Kalsø og Tinu Jacobsen. Henda seinasta vísti enn einferð, at hon hevur sína styrki frammi við netið. Eisini Margit Joensen leikti væl.
Í dystinum vísti Marjun Kalsø fleiri ferðir, tað sum næstan kann kallast ?Marjun-fintan?, tá hon uttan at nakar varnast, koyrir bóltin yvirum aðru ferð og beinleiðis í gólvið. Ein finta sum gevur fleiri stig, men sum mótstøðuliðini eiga at kunna byrgja upp fyri, um ansað verður eftir hesum.
TB hevur fingið meira bit í álopið aftur, nu Svanna Nielsen er við aftur, og eisini vísti Harriet Hammer gott spæl til tíðir, men hetta skal helst vera meira støðugt.