TB ? Mjølnir 0 ? 3 (11?25, 12-25, 12-25)
Flogbóltur, meistaradeildkvinnur
Tað gjørdist ikki TB, sum støðgaði sigursrøðini hjá Mjølni á hesum sinni. Í høllini í Trongisvági smurdi Mjølnir suðuroyarliðið av, og eingin ivi var nakrantíð um, at klaksvíkingarnir vilja gera alt fyri at fáa føroyameistarheitið.
Mjølnir leikti væl allan dystin, frættist av Tvøroyri, og tað var til tíðir ein frægd at síggja tað góða spælið, sum steypavinnararnir sýndu sunnudagin. Tað var líka mikið, um álopini vóru frammi við netið, ella lopið var á við backspike. Alt virkaði sum tað skuldi.
Marjun og Tina
Men tað var serlig samanspælið millum Tinu Jacobsen og Marjuna Kalsø, sum bergtók áskoðararnar í høllini á Tvøroyri. Ferð aftan á ferð var samaspælið millum hesar við til at útspæla TB-liðið, og tað vóru hevingar og smassj við stíli í. Tær báðar vóru við til at gera tann annars ójavna dystin til nakað serligt, og tað er at vóna, at tær klára at halda dampin uppi, til landsliðið veruliga fer undir sínar venjingar til Oyggjaleikirnar á Man í summar.
Mjølnir liggur eftir dystin leygardagin framvegis á 2. plássi við tveimum stigum minni enn Dráttur. Men tær hava eisini leikt ein dyst minni. Settmunurin er betri hjá Drátti, so um Dráttur ikki tapir eitt sett í teimum eftirverandi dystunum, so verður tað Mjølnir sum fær silvurmerkini.