Mjølnir hølvaði ÍF av

Mjølnir-ÍF 25-16, 25-21, 25-15)

Einki var at rafla um í mansfinaluni, ta Mjølnir fyri triðju ferð gjørdist steypavinnari.

Frá fyrsta bóltinum vóru tað klaksvíkingarnir, sum voru omaná, og hóast ÍF eina løtu royndi at muta imóti, so vildi einki bera til hjá teimum. Nógv persónlig mistøk vórðu framd, og hesi vórðu eirindaleyst revsað av klaksvíkingunum, sum heilt einfalt vóru so nógv betri á degnum.