Mjølnir heldur fast

Mjølnir vann ein týdningarmiklan sigur í meistaradeildini hjá monnum, tá teir møttu Fram á útivølli. Við sigrinum hevur Mjølnir fyribils lagt seg á odda í bestu mansdeildini

FLOGBÓLTUR

Lagt var upp til ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini sunnudagin. Tá nummar 2 og nummar 3 í bestu mansdeildini í flogbólti brustu saman. Her tók Fram á 3. plássi ímóti Mjølnir á 2. plássi.
Um Fram skuldi gera sær nakrar vónir um at enda ímillum tvey tey ovastu, so skuldu teir vinna heimadystin ímóti Mjølnir, meðan Mjølnir eisini mátti vinna dystin fyri at hanga í ÍF á ovastu rók.

Lítil munur fyrstu settini
Gestirnir úr Klaksvík fingu tó betru byrjanina uppá dystin. Fyrsta settið fylgdust liðini væl at, og munurin var ongantíð serliga stórur. Tó hevði Mjølnir hug at taka sær eina lítla leiðslu, og hesa leiðslu megnaðu teir at halda allan vegin. Teir vunnu nevniliga fyrsta sett 25-21, og sostatt høvdu teir nú fingið eina góða byrjan uppá týdningarmikla dystin.
Í 2. setti var tó vent í holuni. Nú var Fram knappliga oman á. Teir vunnið seg eitt sindur fram um Mjølnir, og so royndu teir at halda fast um leiðsluna. Hetta megnaðu teir eisini, og úrslitið í 2. setti gjørdist 25-20 til Fram.

Mjølnir avgjørdi
Nú stóð aftur á púra jøvnum millum liðini, og munurin hevði heldur ikki verið serliga stórur fyrstu tvey settini.
Var eingin munur hesi bæði settini, so var hinvegin risastórur munur í 3. setti. Her blásti Mjølnir stutt og greitt Fram av vøllinum. Mjølnir vann seg fram um at kalla beinanvegin, og munurin gjørdist bara størri og størri. At enda vann Mjølnir ein knúsandi 25-11 sigur, og sostatt lógu teir nú væl fyri at vinna dystin.
Í 4. setti var Fram aftur betri við, men teir tóktist ikki heilt at koma seg eftir stóra tapið í 3. setti. Mjølnir vann seg nøkur stig fram um mitt í settinum, og hesa leiðsluna hildu teir.
4. settið endaði 25-20 til Mjølnir, og sostatt vunnu teir dystin 3-1. Við sigrinum hava klaksvíkingarnar fyribils lagt seg á odda í bestu mansdeildini. ÍF hevur tó leikt ein dyst færri, og í kvøld, mánakvøldið, skulu teir í dyst í Sørvági ímóti SÍ.