Flogbóltur
Sum tey flestu høvdu roknað við, eydnaðist tað hjá Fram at vinna á Mjølni, men havnarliðið mátti veruliga kempa fyri sakini, og í roynd og veru lá Mjølnir eitt skifti í triðja setti til at vinna dystin 3-0.
Dystargongdin var í stuttum tann, at Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini, sum bæði vóru sera drúgv. Fyrsta settið vunnu klaksvíkingar 28-26, og í øðrum setti bleiv tað heili 31-29! Í triðja settinum førdi heimaliðið eitt skifti 10-5, men so vendi gongdin, og Fram vann at enda hetta settið 25-17. Fjórða sett endaði 25-13 til Fram, sum eisini vann tað avgerandi fimta settið 15-5. Altso ein 3-2 sigur til Fram, men Mjølnir beit væl frá sær og hótti eisini við at vinna dystin.
Tað var fyrst og fremst stríðsandin, sum lyfti Mjølnir upp í byrjanini av dystunum. Allir kempaðu væl, og tað lá væl fyri hjá Rúna Elttør, sum er sterkasta álopsvápnið hjá Mjølni, at sláa bóltarnar niður í gólvið hjá Fram. Hjá Fram vóru tað fyrst og fremst Rúni Weihe og leikandi venjarin Romica Pascu, sum syrgdu fyri at geva Mjølni skarpam gang hesi bæði fyrstu settini.
Og tað vóru eisini servurnar hjá Rúna Weihe, sum kanska var høvuðsorsøkin til, at Mjølnir fánaði so líðandi. Við støðuni 10-5 til Mjølnir í triðja setti fekk hann við nøkrum góðum jump-servum javnað støðuna til 10-10, og hetta var tað, sum meir enn nakað annað vendi dystinum í Klaksvík leygardagin.
Eftir at Fram hevði fingið tamarhald á í triðja setti, fór orkan so smátt at ganga undan hjá Mjølni, og Fram fekk ta sálarligu yvirvágina, sum er so sera týdningarmikil í flogbólti. Villurnar, sum teir høvdu gjørt tvey tey fyrstu settini, vórðu lúkaðar burtur, og at enda hevði Fram ólíka lættari við at vinna síni trý sett, enn Mjølnir hevði havt við at vinna síni tvey. Samanumtikið ein væl uppiborin sigur til Fram, men teir máttu stríðast fyri tí.