Kvinnurnar hjá Mjølni vóru hóskvøldið í Havn, har tær høvdu dyst móti botnliðnum, Fleyr.
Tað var ikki væntandi, at Mjølnir skuldu fáa teir stóru trupulleikarnar í hesum dystinum, og soleiðis gjørdist heldur ikki. Við settúrslitunum, 25-10, 25-16 og 25-10, gjørdist talan um ein sera tryggan sigur til klaksvíkskvinnurnar, sum við hesum løgdu seg einsamallar á odda á stigatalvuni. Tær hava tó leikt ein dyst fleiri enn TB, sum um vikuskiftið fær vitjan av Drátti.