Mjølnir og ÍF gjørdu slætt borð

Flogbóltur: Birgit Guttesen úr Mjølni og Rúni Weihe úr ÍF blivu kosin ársins spælarar, tá flogbólturin setti punktum fyri einum spennandi vetri. Mjølnir og ÍF vunnu alt, sum var at vinna.

Leygarkvøldið var flogbóltsdeildin hjá TB vertur fyri stóru gallaveitsluni hjá flogbóltinum, sum var hildin í Trongisvági. Hølini vóru vakurt pyntað og borðreitt var við framúr góðum mati, umframt at undirhald og serstakliga góður dansitónleikur við Neils Band settu sín dám á.
At Flogbóltssambandið hevði latið hetta upp í hendurnar á flogbóltsfólkunum á Tvøroyri, var einki at undrast á, tí tey har suðuri duga tiltikið væl at skipa fyri. Eitt dømi um tað er, at finalurnar hjá teimum yngru mestsum fast verða lagdar í Trongisvági, tí tá kunnu tey í Flogbóltssambandinum vita, at alt verður lagt so væl til rættis, sum tað yvirhøvur ber til.
Flogbóltsfólkini vóru gott og væl hundrað í tali, og lagið var av tí besta. Eftir ein langan flogbóltsvetur kundu tey endiliga taka sær av løttum og hugna sær saman, og hóast tey í vetur hava staðið hvør sínum megin netið og hava kappast ímóti hvørjumøðrum, rann alt saman í eitt á gallaveitsluni.

Ársins bestu heiðrað
Sum vanligt er eitt slíkt kvøld, var størsti áhugin fyri, hvørjir spælarar fóru at verða heiðraðir sum teir bestu í farna kappingarárinum. Hetta var tikið í smáum ígjøgnum borðhaldið, har byrjað var við ársins dómarum og síðani farið ígjøgnum ársins venjara, stjørnuskot, verjuspælara, álopsspælara, blokkspælara, hevara og at enda ársins spælara – alt hetta hjá bæði kvinnum og monnum.
Her vísti tað seg, at tey bæði fremstu liðini, Mjølnir hjá kvinnum og ÍF hjá monnum, fóru avstað við tí allarmesta. Hesi bæði liðini vunnu greipuna í vetur, og serliga gjørdu Mjølnir-kvinnurnar veruliga bart, tí tær vunnu alt, sum var hjá kvinnunum at koma eftir, og tað kann valla tulkast sum annað enn eitt stórt herðaklapp til klaksvíkskvinnur.
Menninir hjá ÍF fóru avstað við tí nógva, men í tveimum førum fingu tapandi mansfinalistarnir í bæði steypa- og FM-finalunum, Mjølnir, tikið seg framum og vunnið. Samanumtikið gjørdist hetta kvøldið hjá teimum, ið vunnu mest í vetur.