SÍ heldur frí um vikuskiftið, og ivaleyst stíla bæði Fleyr og Mjølnir eftir stigum
Í Havn skal Fleyr spæla grannauppgerð móti Fram. Einki er at ivast í, at Fleyr eru stórfavorittar til at vinna tann dystin, og tað skal vilja meira enn illa til, megna teir ikki at liva upp til hetta.
Í Klaksvík fær Mjølnir vitjan av ÍF, og heldur ikki har er væntandi, at stórvegis ivi verður um úrslitið. Hóast sigurin seinasta vikuskifti, so er framvegis langt frá ÍF og til ovaru trý liðini, og tann munurin verður helst enn einaferð staðfestur leygardagin.