Mjølnir og Fleyr trýsta SÍ

Endaspurturin í landskappingini hjá monnunum kann gerast rættiliga spennandi, tí Mjølnir og Fleyr eru nú beint í hølunum á SÍ í kappingini um annað FM-finaluplássið

Bert tveir mansdystir vóru um vikuskiftið, tá Mjølnir og Fleyr ávikavist leygardagin og í gjár spældu ímóti TB og vunnu sínar dystir 3-0. Hóast ikki akkurát nøkur óvæntað úrslit, komu stigini væl við hjá Mjølnir og Fleyr, tí nú eru tey bæði liðini bara eitt stig aftan fyri SÍ, sum annars hevur verið einasti ítøkiligi biðilin til ein FM-finalusess hjá monnunum, har ÍF longu er mestsum farið avstað við øðrum sessinum.
Mjølnir er enntá í tí støðu, at liðið hevur spælt ein dyst færri enn SÍ, so gongst klaksvíkingum eftir vild, eru teir eitt stig framman fyri sørvingar, tá liðini aftur eru jøvn í stigatalvi. Fleyr hevur hinvegin sama dystartal sum SÍ, umframt at settmunurin hjá Fleyr er munandi verri enn hjá hinum báðum. Fleyr hevur -7 í settmuni, meðan Mjølnir hevur 21 í yvirskoti og SÍ 15.
Óansæð, so boðar hetta frá einum møguliga sera spennandi og tøttum endaspurti millum hesi trý liðini, ið kappast um ein sess, so tvey teirra koma at standa eftir við ongum, tá landskappingin í Eik-liguni hjá monnum er av.