Mjølnir skræddi seg avstað

Við tryggum 3-0 sigri í Trongisvági setti Mjølnir í fyrstu atløgu skápið upp á pláss

Flogbóltur

Talan var um veruligan toppdyst í Trongisvági, tá Mjølnir kom suður á vitjan. Júst TB og Mjølnir hava seinnu árini verið støðug frammi í føroyska hondbóltsoddinum, og undan hesum dystinum høvdu bæði eisini fult stigatal eftir fyrstu dystirnar.,
Bæði høvdu tey tó víst veikleikar í løtum, og tí var spurningurin kanska, hvør teirra í størstan mun hevði megnað at rudda hesar úr spælinum undan oddadystinum.
Og til tann spurningin er svarið, at tað hevði Mjølnir helst. Klaksvíkskvinnurnar vóru snøgt sagt greitt omaná frá fyrsta bríksli. Munurin millum liðini var somikið stórur, at talan als ikki gjørdist um ta spennandi uppgerðina, sum mong høvdu vónað, og ikki minst mundi talan fyri mongu heimaáskoðararnar vera um stórt vónbrot.

KÍF er væl fyri
Tapið førdi við sær, at TB datt eitt pláss niður á talvuni. KÍF hevur nevnliga havt góðan byrð í seinastuni, og tær vunnu aftur um vikuskiftið.
Hesaferð var tað ÍF, sum vitjaði í Hoyvíkarhøllini, og tó at tær royndu at stríðast, so fingu tær ikki gjørt stórvegis við heimaliðið. Ein tryggur 3-0 sigur gjørdist úrslitið, og so er spurningurin, hvørt KÍF megnar at halda dampinum uppi komandi vikurnar. Næsti dysturin er á útivølli móti Mjølni, og tað kann í øllum førum gerast trupul uppgáva.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var á Giljanesi, har fyrsta lokaluppgerðin í bestu kvinnudeildini var á skránni hjá Drátti og SÍ. Ikki óvæntað, so var tað Dráttur, sum vann dystin. Tey bæði fyrstu settini var ikki stórvegis at tosa um, men í triðja settinum var tó um reppið, at SÍ fekk nakað burturúr.

Úrslit Meistaradeild kvinnur
Dráttur-SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-23)
KÍF-ÍF 3-0 (25-18, 25-15, 25-22)
TB-Mjølnir 0-3 (17-25, 17-25, 22-25)