Mjølnir í steypafinaluni

Við tryggum 3-0 sigri móti skerda SÍ-liðnum, vann Mjølnir sær sætið í steypafinaluni hjá monnum.
Talan gjørdist ongan tíð um tann spennandi dystin, sum fleiri annars høvdu roknað við. Fremsta orsøkin var kanska, at sørvingarnir undan dystinum vóru skerdir við bæði sjúku og skaðum, og tó at nýggir leikarar eisini vóru komnir í hópin, so megnaðu hesir ikki uttan víðari at seta seg ígjøgnum.
Tað skerst tó ikki burtur, at Mjølnir eisini spældi ein góðan dyst. Triða settið slakaðu teir tó nakað, men í teimum báðum fyrstu settunum góvu teir greitt til kennar, at teir ikki ætlaðu sær at geva nakað sum helst burtur.
Í finaluni verður mótstøðuliðið Fleyr, sum er oddalið í landskappingini. Hartil hevur Fleyr vunnið bæði FK-kappingina og Mjølnir kappingina hetta kappingarárið, so tað líkist einum havnarliði í serflokki, sum klaksvíkingarnir skulu takast við.