FLOGBÒLTUR
Tá grundspælið var av fyri jól, vóru ikki ivaleysar ábendingar um, at Mjølnir skuldi fáa næstbestu heiðursmerkini í meistaradeildini hjá bæði kvinnum og monnum.
Gamaní lógu bæði liðini væl fyri og settu sín dám á oddastríðið, men hjá báðum var kappingin hørð frá liðum bæði omanfyri og niðanfyri. Kortini royndust bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølni so mikið væl í endaspælinum, at tað rakk til silvurmerki.
Kvinnurnar høvdu enntá framvegis ein teoretiskan gullmøguleika undan síðsta umfarinum leygardagin, tí vunnu tær sín dyst og ÍF tapti, endaði gullið í Klaksvík.
Soleiðis gekst ikki, men kortini kunnu kvinnurnar hjá Mjølni fegnast um, at tær halda fast við eina 23 ára gamla traditión hjá felagnum, sum sigur, at Mjølnir-kvinnurnar einki ár síðani 1981 hava fingið minni enn silvur ? og heilar fjúrtan ferðir hevur tað verið gull!
Síðstu dystirnir
Sum sagt, høvdu kvinnurnar hjá Mjølni framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna meistaraheitið, áðrenn tær fóru á vøllin í KÍ-høllini leygardagin at spæla móti gomlu rivalunum úr Fleyri.
Mjølnir gjørdi eisini sítt og vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-19, 25-15 og 25-18, men tað gjørdi ikki ordiliga mun, tá ÍF samstundis vann sín dyst og tryggjaði sær meistaraheitið ? eitt stig framman fyri Mjølnir_
TB, sum tvær vikur frammanundan hevði vunnið steypakappinginia við finalu móti júst meistarunum úr ÍF, var eftir grundspælið fremsta liðið, men mátti í landskappingini taka til takkar við bronsu, tá avtornaði.
Hetta var longu greitt undan síðsta dystinum í Trongisvági, sum var móti Drátti, men kortini vann TB sannførandi 3-0. Í fyrsta og øðrum setti royndi Dráttur at geva móstøðu, men í triðja hevði TB greiðan yvirluta, so settúrslitini gjørdust 25-18, 25-23, 25-9.
Menninir hjá Mjølnir høvdu undan sínum dysti móti Fleyr tvey stig minni enn SÍ, sum hevði frí hetta síðsta umfarið, men kundu við sigri kenna seg vísar í at fáa silvur. Hetta, tí Mjølnir longu frammanundan hevði so trivaligan settmun, at SÍ ikki kundi verða verandi frammanfyri, uttan so at Mjølnir tapti.
Tað gjørdi Mjølnir tó ikki, tí mótstøðan frá unga Fleyr-liðnum rakk ikki ordiliga til at manningin hjá Mjølnir fekk sveittan fram. Dysturin endaði 3-0, og í øllum trimum settunum vunnu klakvíkingarnir ruddiliga: 25-10, 25-12 og 25-9.