Flogbóltur, menn
Menninir hjá Fleyr byrjaðu kappingina væl við at vinna 3-0 móti ÍF á Kambsdali. Men síðani tá hevur tað ikki gingið væl í hond. Eftir ósigrar móti SÍ og Fram taptu teir fyri triðju ferð á rað, hesaferð móti Mjølni, sum hinvegin spældi sín klárt besta dyst higartil í kappingini.
Mjølnir vann 3-1 í einum sera jøvnum og spennandi dysti, har tapandi liðið í øllum settunum kom uppum 20.
Trúygvi skaraði framúr
Tvey tey fyrstu settini endaðu 25-23, tað triðja endaði 27-25, og fjórða
sett vann Mjølnir 25-21.Vónirnar til Mjølnir hava ikki verið serliga stórar í ár. Tað hevur verið tosað meir um Fram og serliga SÍ. Men um Mjølnir kann halda fast við spælið, teir vístu í Gundadalshøllini leygardagin, kann tað gerast sera áhugavert.
Leygardagin var tað serliga Trúgvi Poulsen, sum gekk undan. Klaksvíkingar siga, at vit skulu langt aftur í tíðina fyri at finna ein dyst, har Trúgvi hevur spælt so væl, sum hann gjørdi leygardagin - hann skaraði framúr bæði frammi við netið og niðri á gólvinum.
Móti endanum av dystinum kom John Syderbø á vøllin. Hann hevur leingi verið skaddur, men gjørdi tað gott ta løtuna, hann var inni, og tá hann kemur í fulla venjing, verður Mjølnir enn betur fyri. So spádómarnir um, at Mjølnir fer at fáa tað trupult í ár, verða kanska gjørdir til skammar.
Mjølnir tók fyrsta sett 25-23 og í øðrum setti vóru teir eitt skifti frammanfyri 23-17. Men so tók Fleyr sær um reiggj og vann settið við somu tølum, sum Mjølnir hevði vunnið tað fyrsta: 25-23.
Í triðja setti var støðan so tann øvugta. Fleyr var á odda 23-19, men Mjølnir vann settið 27-25. Og eisini í fjórða setti var Mjølnir drúgvari og vann 25-21.
Uttan útlendingar
Tað hevur verið nógv tosað aftur og fram um útlendingarnir, sum eru í føroyskum flogbólti. Í fjør var Borko Ilic leikandi venjari í Klaksvík, men í ár hevur Mjølnir ongan útlending á liðnum. Og sjálvt um Borko sjálvandi er ein missur á vøllinum, so er tað ikki óhugsandi, at missurin verður uppvigaður aðrastaðni. Í øllum førum skilst á klaksvíkingum, at tað er heilt øðrvísi at spæla í ár, tí spælið ikki koyrir so nógv upp á ein og sama leikara. Hetta gevur hinum leikarunum meira ábyrgd og gevur teimum eisini betri møguleikar fyri at gera seg galdandi á vøllinum. Og leygardagin sóust fleiri ábendingar um, at liðið so smátt hevur umstillað seg eftir missin av sterka bosniska leikaranum og venjaranum.