Talan gjørdist um ein spennandi fimm-settara í Klaksvík, tá mansliðið hjá Mjølni í gjár tók ímóti SÍ. Gestirnir tóktust hava fingið takið á dystinum, tá teir vunnu eitt sera hart triðja sett við 33-31, og fleiri mundu tá halda, at luftin fór úr heimaliðnum.
Klaksvíkingarnir vildu tað tó øðrvísi, og við 25-20 og 15-9 í teimum báðum seinastu settunum settu teir tingini upp á pláss.