Mjølnir var eingin mótstøða hjá ÍF a

Flogbóltur, menn: Eftir at ÍF a hevði leikt móti Fram leygardagin og vunnið var Mjølnir næst á skránni. Tað var eingin trupulleiki hjá ÍF a, sum vann dystin 3-0

ÍF a-Mjølnir 3-0

(15-10, 15-12, 16-14)


Sum tað stendur at lesa omanfyri, so er ÍF a á tryggari kós á beinari kós eftir FM-heitinum hjá monnum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Mjølnir, sum í ár hevur verið langt frá gamlari styrki. Teir hava ikki megnað at fáa glið á sítt spæl, við so nógvum nýggjum leikarum á liðnum, og nú teir nakrir av teimum gomlu leikarunum eru komnir afturíaftur hevur heldur ikki eydnast teimum at fáa nakað burturúr tí.

Men tað eru kortini boð um at tað gongur framá hjá klaksvíkingum, hóast teir ikki vunnu á fuglfirðingum sunnudagin. Tað vóru nevniliga teir sum byrjaðu best, men tað var kortini ikki nóg mikið til at taka stig frá ÍF a.

Mjølnir var frammanfyri 9-5, men so kom stígur í. Fuglfirðingar vaknaðu úr sigursrúsinum leygardagin og teir vunnu settið 15-10. Tað vil siga, at ÍF a fekk tíggju stig meðan Mjølnir bert fekk tað eina.


Mjølnir avbukaðir

Í øðrum setti vístu fuglfirðingar satt meistaraspæl. Teir vóru omaná í øllum pørtum av settinum og Mjølnir kom ongantíð fyri seg. Teir vórðu snøgt sagt smurdir av so tað munti. ÍF a vann settið 15-2 og tað er ikki eiti á avsmurningur.

Mjølnir hevði trupulleikar av móttøkuni og fingu tískil einki skipað álopsspæl í gongd. Hinvegin helt ÍF fast í tí endanum teir fingu um í fyrsta setti og so var einki at gera hjá Mjølnir.

Í triðja settið var meira javnt. Munurin er ikki so stórur tá til stykkis kemur; tað er bara ÍF, sum koyrir betri í løtuni.

Liðini fylgdust uppeftir men tó við ÍF a, sum liðnum, sum setti dagsskránna. Hetta kom mest til sjóndar móti endanum tá fuglfirðingar settu trumfin á. Blokaduspæl fuglfirðinga hevur verið ein av teirra sterkastu síðum, og tað var júst blokadan, sum avgjørdi seinasta settið í dystinum.

Fuglfirðingar vunnu nakrar góðar blokadur, og so var sigurin heima. Úrslitið av seinasta settið var 16-14 til ÍF a, sum sostatt vann dystin trygt 3-0, hóast tað var nokk so nær við at Mjølnir koppaði teimum í triðja setti.