Mjølnirkvinnurnar aftur fremstar

Flogbóltur, kvinnur: Eftir at hava hildið leingi jólafrí hava klaksvíkskvinnur aftur verið á vøllinum við tí úrslitið, at tær aftur eru á odda í landskappingini

Kvinnuliðið hjá Mjølnir hevur havt langa jólafrí. Tær hava ikki leikt síðani jólasteðgin við tí úrslitið, at Fleyr a hevði sníkt seg upp á oddasessin við 13 stigum móti teimum 10 sum Mjølnir hevði. Tað var tó fyri fýra dystir fleiri enn Mjølnir, og tí var spennandi at síggja, um jólamaturin hevði sett seg ov fastan á klaksvíkskvinnurnar, tá tær aftur skuldu á vøllin.

Men so var ikki. Farna vikuskiftið spældu tær bæði móti Drátti og Fleyr b, og tær vunnu báðar dystirnar 3-0 og liggja tískil aftur á odda í bestu deildini.

Fyrri dysturin var móti Drátti í Klaksvík leygardagin, og hóast tað var javnt tey bæði seinnu settini av dystinum, so var eingin ivi um at Mjølnir var betra liðið, og at tað vóru tær, sum stýrdu dystinum.

Mjølnirkvinnurnar eru so væl fyri, at tær kunnu brúka nærum allar spælararnar til hvønn dyst og tað er framúr gott. Á henda hátt fáa allir spælarar seg royndar og tað fer at koma væl við seinni.

Tó so, tað órógvar ofta spælið, tá nýggir leikarar koma inn, og so var eisini her. Mjølnir mundi lorkað sær settsigurin av hondum, men royndirnar vunnu til síðst, hóast Drátturkvinnurnar eisini eru royndar.

Í triðja setti vísti Mjølnir hvør dugur er í teimum. Dráttur hevði lagt seg greitt á odda og tað sá út til, at tað skuldi eydnast teimum at fáa eitt sett við til hús, men soleiðis gekst kortini ikki. Mjølnir byrjaði spakuliga men trygt, at nærkast og settið endaði við at Mjølnir vann 15-13, og harvið dystin 3-0.


Vunnu eisini í Havn

Sunnudagin var Mjølnir í Havn og leikti móti Fleyr b. Hetta var av sonnum toppur móti botni og tað sást eisini á dystinum. B-liðið hjá Fleyr fekk einans 9 stig tilsamans í dystinum og tað sigur okkum so mikið sum at munurin millum topp og botn í bestu deildini í føroyskum kvinnuflogbólti er øgiligur.

Fyrsta sett endaði við 15-6 sigri til Mjølnir, meðan tey bæði seinnu endaðu ávikavíst 15-2 og 15-1.

Ein ordans umgangur at fáa hjá Fleyr b, og tað sigur so mikið sum, at tað má setast eitt stórt spurnartekin við upp- og niðurflytingarskipanina í flogbólti. Men tað er ikki okkara borð at taka støðu til.

Mjølnir hevur sum sagt aftur lagt seg á odda í landskappingini og tað er nógv sum bendir á, at har verða tær liggjandi tá kappingin er liðug. Einasta liðið, sum kann hótta Mjølnir, verður eftir øllum at døma Fleyr a, men tað skal rættuliga nógv til um tær skulu megna at taka meistaraheitið frá Mjølnir. Heilt nágreiniliga skal Mjølnir renna seg í tríggjar ósigrar, samstundis sum Fleyr a skal vinna allar sínar dystir sum eftir eru.

Tá ein hugsar so um, at Mjølnir ongan dyst hevur tapt í kappingini higartil, so er ikki sannlíkt, at tær fara at tapa tríggjar, tað sum eftir er av henni.