Mansflogbóltur
Tó at Mjølnir við tapinum fyri ÍF herfyri misti seinasta møguleikan at gera seg galdandi í oddastríðnum í mansdeildini, so tykist hetta á ongan hátt hava skalað spæligleðina á liðnum. Heldur var tað tvørturímóti, tá Fram kom á vitjan sunnudagin.
Eftir avrikið móti ÍF var nevnliga einki at ivast í, at klaksvíkingar høvdu nøkur innanhýsis viðurskifti at rætta upp uppá, og tað varð so væl og virðiliga gjørt.
Serliga var stórur munur á liðunum tey bæði fyrstu settini, har Fram ongan tíð fekk fótin fyri seg. Seiansta settið tók Mjølnir sær kanska ótilvitað av løttum, men kortini megnaðu teir eisini her at toga neyðugu stitgini heim, soleiðis at talan gjørdist um ein tryggan 3-0 sigur.
Mjølnir hevur nú bert ein dyst eftir á árinum, og tá hesin er ímóti Fleyr, er lítið at ivast í, at tvey stig eisini verða fingin til vega í hesum, og so kunnu teir stórt sæð ikki gera annað enn at bíða.
Skal Mjølnir vinna silvurmerkini, er nevnliga neyðugt, at ÍF tryggjar sær gullið, tá teir komandi vikuskiftið vitja í Sørvági. Ger teir tað so verður SÍ verandi á 15 stigum, sum er tað sama, sum klaksvíkingar kunnu røkka, og tá hava klaksvíkingarnir betri settmun. Hendir tað hinvegin at FM-avgerðin verður útsett við einum SÍ sigri, kann Mjølnir ikki ger stórt annað enn at siga takk fyri bronsuna, sum so verður handað teimum á seinasta leikdegi.
Hjá Fram man tað kennast nakað hugstoytt, at teir einki hava fingið burturúr kappingarárinum. Til tíðir hevur spælið so avgjørt verið til eitt pláss millum heiðursmerkini, men í longdini hevur støðufestið hjá liðnum ikki verið nóg gott, og so mundi málið við ólógliga leikarunum fyrr í ár ikki bøta um støðuna í so máta.
Enn kann Fram tó fáa eitt orð at siga. Teir eiga nevnliga heimadyst móti ÍF í seinasta leikumfarinum, og um fuglfirðingar tá ikki hava tryggja sær gullið, kann talan gerast um ein heilt spennandi dyst í Hoyvíkarhøllini til ta tíð.