Eirikur Lindenskov
? Tá ið nevndin í Kagganum bað meg skriva eina bók um frítíðarfelagið Kaggank, nú tað hevur tretivu ár á baki, játtaði eg at royna at skriva mína fyrstu bók yvirhøvur. Nevndin hevði avrátt at biðja ein sum hevði verið við frá byrjan - ein sum hevði stovnað Kaggan.
Soleiðis greiðir Sonne Smith frá í fororðinum til ta 152 síðu drúgvu bókina, sum viðgerð Kaggan og limir tess seinastu 30 árini.
Sonne sigur víðari:
? Sigurd Bech og eg tóku stigið til at stovna Kaggan í 1969, og nevndin helt tí, at tað kanska fór at spyrjast eitt líkinda verk burturúr, av tí at eg mundi vita nakað nógv um ta fyrstu tíðina.
Eg skal viðganga, at tað hevur verið torført at savna tilfar frá so mongum heimildum við so stuttum skotbrái. Men eg havi so roynt, og vóni inniliga, at bókin er so fræg, at tit tíma at lesa hana, sigur Sonne Smith.
Eitt alternativ til Mim - vilda taka alt stigið
Tað var í februar 1969, at nakrir vinmenn hittust eina viku eftir at Sigurd Bech og Eyðun Jensen guftust.
? Tá kom Sigurd Bech við hugskotinum um at stovna eitt alternativ til Mim, men ætlanin var at taka alt stigið, og alt stigið var at limir í tí nýggja felagnum skuldu ikki bara kunna keypa øl. Her skuldi alt slag vera. Mimir var ein sonevndur ølklubbi, har fólk kundi keypa giggur, tey kallaður. Ein gigga var ein blokkur við tíggju pappírslepum í. Fyri ein lepa, sum varð latin barrvørðinum, fekst ein øl. Hetta hildu Sigurd Bech og hinir vera løgið og spurdu seg sjálvar, hví tú ikki bara kundi keypa tær eina øl í staðin fyri pappírslepan.
Mjørkadalur dróg konufólkini?
Bókin greiðir soleiðis frá upprunanum:
? Tann 25. oktober í 1969 komu fýra mans saman at tosa um at stovna eitt felag. Teir fýra vóru Sigurd Bech, Sonne Smith, Steinbjørn Zachariasen og Heðin Mortensen. Teir tosaðu um at hava eitt stað at koma saman. Tað var tann tíðin, tá ið Mjørkadalur hevði sítt egna felag við mongum spennandi tiltøkum, ið drógu ungfólk, serliga konufólk, úr Havnini til sín. Mong ung í Havn høvdu einki stað at koma saman.
Tey ungu í havn høvdu ikki somu møguleikar, sum teir í Mjørkadali. Jú, Mimir lat upp longu í 1967, men tað var bara ikki tað sama sum eitt stað at koma saman hjá ungfólki ? ja, ikki bara ungfólki, men eisini hjá teimum mongu, ið ynsktu sær eitt stað at fara í ? og tað var hetta teir fýra tosaðu um á fundinum tann 25. oktober í 1969. Teir vildu finna eitt alternativ bæði til Mjørkadal og Mimir. Mimir hevði ringar umstøður tá, beint við síðuna av Talvhúsinum, og bara menn kundu fáa limaskap har. Teir fýra vildu hava frægari umstøður og fremja nýggj hugskot í verki. Fundurin varð settur klokkan átta, og um tíggjutíðina fóru teir út til Thomas Michael Smith at greiða hon um frá hugskotinum um at stovan eitt felag og hvørjar ætlanir teir høvdu við einum slíkum felag. Hann helt tað vera eitt frálíkt hugskot, og tí varð ein arbeiðsnevnd vald beinanvegin. Allir teir somu komu í nevnd, ið so arbeiddi víðari við hugskotinum. Teir vórðu sitandi hetta kvøldið til klokkan hálvgum tvey um náttina.
Sonja »uppfann« navnið »Kaggin«
Nú var klárt, og tann 4. november í 1969 var fundur hjá Sigurdi Bech, har lógaruppskot varð gjørt. Sonja Egholm, systir Hjørdis, konu Heðin Mortensen, kom við hugskotinum um at kalla felagið Kaggin. Sonja var har av tilvild hetta kvøldið, og sum ketta upp úr høvdatrog kom hon við navninum, og tað sat alt fyri eitt.
Tann 8. november var so stovnandi aðalfundurin hildin á loftinum á Kondittarínum.
Á fundinum vóru hesir møttir: Sigurd Bech, Steinbjørn Zachariasen, Sonne Smith, Heðin Mortensen, Eyðun Jensen, Marius Joensen á Hvítanesi, Frits Joensen, Ronald Thomsen, Svend Poulsen (Bambus), Thomas Michael Smith, Kári D. Petersen og Finnur Johansen.
Heðin Mortensen varð valdur til orðstýrara á fundinum, sum valdi Sigurd Bech sum formann og Steinbjørn Zachariasen, Sonna Smith, Eyðun Jensen, Thomas Michael Smith í nevndina. Eykamenn vóru Frits Joensen, Bambus og Heðin Mortensen.