Mjørki nýtt vápn ímóti yvirgangsmonnum

Mjørki er tað nýggja vápnið, sum týskarar ætla at nýta ímóti yvirgangi

Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Í Týsklandi bera myndugleikarnir ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at nýta rænd flogfør ímóti teimum týsku kjarnorkuverkunum. Tí hava myndugleikarnir leingi arbeitt við ætlanum um, hvussu tey átjan verkini best kunnu verjast.

Sambært blaðnum Die Welt halda teir seg nú hava funnið hyggjuráðini. Í samráð við orkufeløgini hava myndugleikarnir gjørt av at keypa nakrar stórar maskinur, sum kunnu gera mjørka. Ætlanin er so, at maskinurnar skulu leggja kjarnorkuverkini undir í mjørka, so yvirgangsmenninir ikki finna tey.

Die Welt skrivar, at tað eru kortini ikki øll, sum hava álit á mjørkanum sum vápn ímóti yvirgangi. Eitt nú heldur tað týska flogskiparafelagið lítið um hugskotið. Felagið vísir á, at við teimum nútímans navigasjónstólunum ber til at finna eitt kjarnorkuverk, sjálvt um tað er fjalt í mjørka.