Mjørkin darvaði málverjunum

Janus M. Joensen – liðskipari hjá AB, staðfesti eftir dystin, at tjúkki mjørkin hevði darvað serliga málverjunum.

- Líkindini at spæla vóru sum so góð. Men frá vinstra bakki, har eg stóð, var ofta trupult at síggja tvørtur um vøllin. Og í steðginum tosaði Tórður um, at tað var trupult at koma út eftir innleggum, tí mjørkin tarnaði sýninum somikið nógv, segði Janus M. Joensen við Rás2 eftir dystin.

Í aðrar mátar staðfesti Janus M. Joensen, at málið hjá AB framvegis er tað sama. Nevnliga at halda sessinum í deildini.

- Vit hava ikki broytt fokus. Tað sær sjálvandi ljósari út nú, men málið er framvegis at halda sær í deildini. Alt oman fyri tað meta vit sum bonus, segði Janus M. Joensen.