MJØRKADYSTUR
Í Føroyum er tað meiri enn so komið fyri, at mjørkin hevur verið so mikið tjúkkur, at tað hevur verið torført at spæla fótbólt. Men tað er sjáldan ella næstan ongantíð komið fyri, at dystir hava verið avlýstir orsaka av mjørka ? hvørki landskappingardystir ella altjóða dystir. Men tað hevur ofta verið tosað um, um tað hevur verið ráðiligt at spæla, sjálvt um tað hevur verið spælt.
Mánakvøldið varð ein dystur í donsku superliguni steðgaður, tí tað var ov nógvur mjørki. Vejle hevði vitjan av Viborg. Í 1. hálvleiki var sýnið hampuliga gott, men fram ímóti steðginum tók at myrkna, og tá spælararnir komu á vøllin eftir hvíldina var so tjúkt, at dómarin gjørdi av at gevast.
? Av miðjuni sá eg ikki í endarnar á vøllinum, og linjudómararnir sóu ikki tvørtur um vøllin. Tí var einki annað at gera enn at blása dystin av, segði dómarin, sum bríkslaði fyri síðstu ferð, tá 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamal.
Stadion í Vejle liggur í tiltikna vakra umhvørvinum í Nørre skóginum. Tað er ikki komið ofta fyri, at tað hevur verið neyðugt at avlýsa orsaka av mjørka. Onkur í Vejle visti mánakvøldið at siga, at síðst ein dystur varð avlýstur í Vejle orsaka av mjørka var í 1978.
Tá dómarin steðgaði dystinum í Vejle, var støðan 0?0. Vejle hevði verið omaná í 1. hálvleiki, og tí iðraðu teir seg. Viborg venjarin iðraði seg, tí hann segði, at teir í steðginum høvdu funnið út av, hvussu teir skuldu vinna á Vejle!