(
Hans Vilhelm Rasmussen, Qaqortoq( (Eg var á MJÚS í ár. Búgvi annars í Grønlandi, men skuldi koma heim í feriu síðst í juni. Nakrar fáar dagar áðrenn kom eitt SMS: 'Skullu vit fara á MJÚS'. Ja, ja, ja, eg havi ongantíð verið á Sandoynni, og endiliga ein grund til tað.
Vit skulu møtast í Havn, so eg fari vid bussinum úr Miðvági, bara 40 minuttir seinkaður, men hvat ger tað, vit skulu bara til Sands einaferð. Úr Havn fara vit við bili til Gomlurætt. Har standa minst 35 bilar. Longu óvanir við at standa í kø. Veit tú hvat vit gera, vit taka teltið við yvirum og við bussinum til Sands. Tad gera vit. Tá vit koma til Skopun regnar eitt sindur, meðan vit koyra til Sands regnar eitt sindur illa, og tá vit standa á tjaldingarplássinum oysir niður.
Pinnar og stengur, telt og snørir verður stoytt út á bøin, og teltið sett upp. Onkur sum kom framvið spurdi, um vit skuldu hava hjálp, tað hevur kanska ikki sæð so gott út. Men upp kom tað. Vit fara inn at standa. Innara teltið er bara net, so tað hevur regnað niður ígjøgnum, so botnurin er ein stórur hylur. Vit oysa við hond og turka við wc pappíri sum onkur hevur í lummanum og so er hampuligt. Bilførarin kemur turrur og í góðum lag. Hann hevur eina køksrullu í bilinum, so vit fáa tad turt og gott inni. Hoyrir tú, hvør syngur, spyr hann. Nei. Fríbjørg, sigur hann? Fríbjørg Jensen?? Hann murrar, »tvey hjørtu tveir skuggar tvey andlit«.
Skopunargenturnar!!!
Er hon til enn? OK eg var hálvvaksin i trýssinum og eg eri til enn. Vit lata okkum í poncho og fara oman til teltið at lurta. Jú hon er til og í fult sving. Tað er okkurt sjarmerandi við henni, tá ið hon syngur. Vit standa og lurta eftur »Umskilda eg havi bert eitt hjarta« og øðrum sangum, country og hennara egnar sangir. So er hon ligug og fer av pallinum.
Vit eru nøkur 'gomul' sum fara at syngja 'Tvey hjørtu, tveir skuggar, tvey anlit'. Fimm minuttir, tíggju minuttir, fimtan minuttir, hás og køld. So kemur hon frammaftur. Tit mugu orsaka, kanska minnist eg ikki øll orðini, sigur hon. So syngur hon 'Tvey hjørtur, tveir skuggar, tvey anlit', og um tað ikki hevði regnað, so hevði okkurt tár sæst rennandi niður eftur kjálkanum.(So er tíð til at fara runt myllum teltini og keypa franskan hotdog og øl ella sodavatn.(Næsta konsertin er við einari norskari damu sum syngur rættuliga væl, men havi ongantíð hoyrt hana fyrr, so tað sigur mær ikki so nógv. Nú er bara at bíða eftur Bonny Tyler. Hon skal syngja klokkan 9. Onkur hevur lánt eini hús i Skálavík, so vit fara yvur at kroka. Klokkan níggju eru vit har aftur. Standa tøtt framman fyri pallin har hon skal syngja. Bíða ein hálvan tíma, so fer onkur at syngja 'My Bonnie', ein hálvan tíma afturat og vit syngja. Onkur kemur fram á pallin og biður okkum um at vera tolin, Bonny hevur havt ein ringan dag. Um hálvgum ellivu tíðina koma musikarnir, nógvir. Kanska áðrenn klokkan ellivu kemur Bonny og syngur 'Have you ever seen the rain' og so er alt gloymt. Vit standa og lurta og syngja við tá ið vit kunnu. Í einari pausu sigur hon, at hon hevur havt ein ringan dag. Flogferðin var ikki góð og undir lendingini hevði hon sagt við seg sjálva: »eg vil ikki doyggja, eg vil ikki doyggja nú«.
Men tey lendu í øllum góðum. Baggagan hjá teimum var ikki við.
So avstað til Havnar.
Oman fyri Fútaklett var ein skriða og um vegin, so tey vóru noydd at bíða til tað var ruddað vekk.
Góðir klædnahandlar tit hava. Og so tapti England til Portugal í fjóringsfinaluni í VM. Men eg leggi onki í tað, leggur hon afturat, eg búgvi í Portugal.
Meðan hon hevur spælt, er tað vorðið turt og nú er tað all right at verða á festival. Kundi gott tonkt mær at hoyrt Sámal og Jóan Jakku, men nú er vorðið so seint, at børnini vilja sleppa heim at sova.
Vit fara til Skálavíkar og hava eina góða nátt. Næsta morgun fara vit til Sands at taka teltið nidur. Nú er turt. Aftaná fara vit á bensinsøluna, keypa ein ís og sodavatn, og seta okkum uttanfyri eina løtu. Sólin skínur, ein perfektur dagur til at halda festival, so óreint kann tað verða. Men soleidis er, tá man skal gera nakað uttandura.
Sandur er ótrúliga góður til festival. Slættur bøur til at seta telt á, og ein stór oyra til festival teltini.((