Tað sær ikki út til at nakað av hinum liðunum í meistaradeildini skalar Mjølnir í ár. Tær hava verið sera væl leikandi og um vikuskiftið gekk hetta út yvir ÍF, sum tapti 3-1.
Uttan at taka nakað frá ÍF, so vunnu tær fyrsta sett við góðari hjálp frá Mjølni.
Mjølnir stillaði upp við fleiri ungum leikarum, og tað sást týðiliga, at tær ikki vóru nóg royndar. Tær taptu fyrsta sett 15-10.
Tey bæði næstu settini brúkti Mjølnir teir royndu spælararnar, og tað gav at bíta beinanvegin. Mjølnir vann klárt hesi bæði settini, ávikavist 15-9 og 15-6.
Í fjórða setti legði Mjølnir hart út. Tær fóru skjótt frá ÍF og eftir lítlari løtu vóru tær frammanfyri 8-1.
Nú royndu tær so aftur við teimum yngru kreftunum. Tær eldru meira royndu fóru út á bonkin at sita, meðan tær yngru sluppu at royna seg.
Henda roynd hevði við sær, at ÍF kom við aftur í dystin, og hevði enntá settbólt við støðuna 14-13, men onki hjálpti. Mjølnir vann settið 16-14, og harvið dystin 3-1.
Sum støðan er í løtuni, so er tað bara TB sum kann gera sær vónir um at hótta Mjølnir.
Mjølnir hevur 13 stig á fyrsta plássið, meðan TB hevur 10 stig á øðrum plássi.
Men so skal sigast, at Mjølnir hevur leikt ein dyst færri enn TB.
Sum Mjølnir-liðið hevur leikt í ár, so er tó lítið at ivast í, at meistaraheitið hjá kvinnunum endar í Klaksvík.