Mjølnir smurdi Fram av

Flogbóltur, menn. Mjølnir gjørdi eitt ordans hopp í stigatalvuni um vikuskifti. Undan seinasta umfarið lógu teir nummar tvey, eitt stig aftanfyri Fram. Nú eru teir trý stig frammanfyri á fyrstaplássi

Teir gjørdu bart, klaksvíkingarnir í Mjølni.

Leygardagin leiktu teir ímóti Fram, sum á stigatalvuni lá eitt stig frammanfyri Mjølnir, men tað tók ikki mótið frá klaksvíkingum.

Teir vóru til dystin fús og løgdu trýst á Fram beinanvegin.

Fram hevði sera trupult við at fáa servimóttøkurnar at liggja sum tær skuldu, og tað hevði við sær, at álopsspæl teirra varð alt ov einstáttað.

Tá ið so Mjølnir samstundis hevur eina góða og sterka blokadu, so verður eyka trupult hjá mótstøðuliðunum at fáa teir niður við nakkanum.

Fyrsta sett endaði 15-11 til Mjølnir.


Fram vaknaði

Í øðrum setti vaknaðu Fram-leikararnir við nýggjari megi.

Alt sum ikki virkaði í fyrsta setti virkaði nú, og eftir stuttari løtu vóru teir frammanfyri 9-0.

Tá vaknaði Mjølnir við kaldan dreym, men ov seint var.

Sjálvt um teir bardust dúgliga, so var onki at gera, og Fram vann settið 15-9.

Gongdin helt á í triðja setti, men tá tóku Mjølnir-leikararnir seg um reiggj.

Teir otaðu seg spakuliga inn á Fram, og fóru síðani framum.

Úrslitið var, at Mjølnir vann triðja sett 15-10.

Hetta er eitt av sermerkjunum hjá Mjølni. Teir kunnu gott vera aftanfyri, men duga so øgiliga væl at koma aftur í aftur.

Teir hava eitt sterkt lið, men teirra avgjørdi fyrimunur er, at teir eru so støðugir sum teir eru. Teir gera fáar persónligar feilir, og sum tað óivað er sagt fyrr, so er tað grundleggjandi í flogbólti.

Fjórða sett vann Mjølnir rímuliga lætt 15-7. Teir hildu áfram har teir sleptu í triðja setti, meðan Fram ongantíð kom fyri seg.


Ov einstáttað spæl

Trupulleikin hjá Fram er, at teir dúva ov nógv uppá spælið hjá Sigmundi av Teigum.

Úr Klaksvík verður sagt, at Sigmund ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tá vísir tað seg sum hinir aftra seg við at taka ábyrgd fyri spælinum.

Fram hevur annars nógvar stórar og góðar leikarar, so tað skuldi verði lagað manni at skift spælið meira javnt ímillum allar. Tað ger tað eisini torførari hjá mótstøðuliðunum at spæla ímóti teimum.

Annars frætta vit úr Klaksvík, at hjá Mjølni vóru tað serliga Klæmint Isaksen og Kjartan Hansen, sum leiktu væl henda dagin.