Mjølnir tók gullið

Tað var eingin ivi um, hvør skuldi vinna steypafinaluna hjá kvinnum

Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-18, 25-21, 25-14)

 

Myndatema frá finaluni sæst HER

 

Talan var um einvegis ferðslu í triða settinum. Mjølnir leyp avstað alt fyri eitt, og Fleyr fekk ongan tíð eitt bein til jørðina.

 

Seinastu løtuna skifti Mjølnir nógv út, og tí fekk Fleyr pyntað eitt sindur um úrslitið, men tær vóru ongan tíð í nær námind at skapa spenning í steypafinaluni, sum Mjølnir vann aftur í ár.

 

---

Mjølnir hevur beina kós móti gullinum. Eitt skifti í næsta settinum spruttaði Fleyr av álvara, tá tær vunnu fimm bóltar á rað og veruliga skaptu spenning. Men so spældu nervarnir teimum aftur eitt puss.

Tað gera teir ikki hjá Mjølni, har nakrar av royndastu flogbóltskvinnunum í landinum. Tær togaðu seg leysar, og so kundi Guðrid Nolsøe avgera settið við rimmar smashi.

 

---

 

Hjá Fleyr er talan um rættiliga óroynt lið, og fyrstu longu løtuna tóktist nervarnir eisini at spæla teimum eitt puss.

 

Mjølnir fekk skjótt eina trygga leiðslu, og hóast Fleyr seinasta partin av settinum fekk gongd á spælið, so var eingin ivi um, hvønn vegin settið skuldi fara