info
Ongi úrslit

Mjølnir vann akkurát á KÍF

Í øllum trimum settunum legði Mjølnir bragdliga fyri og legði seg á odda við nógvum stigum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur

Tróndur Arge
30. september 2024 kl. 12:50

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur):

KÍF – Mjølnir 0-3 (24-26, 26-28, 22-25)

Í øllum trimum settunum legði Mjølnir bragdliga fyri og legði seg á odda við nógvum stigum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur - tó til fánýtis, tí tá settini skuldi avgerast, var Mjølnir kortini omaná.

Í fyrsta setti hevði Mjølnir lagt seg á odda 5-1 og 11-6, men KÍF javnaði til 12-12. Mjølnir tók leibrá, men tað hjálpti ikki, tí KÍF fór framum 16-13. Mjølnir tók aftur leikbrá, men KÍF helt á at vinna og legði seg á odda 22-19. Tá kom vend í, og Mjølnir javnaði til 22-22. Nú tók KÍF so leikbrá, og tað hjálpti í fyrsta umfari, tí KÍF fór framum 23-22. Men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði aftur og vann settið 26-24 við sínum øðrum settbólti eftir væl plaserað lobb frá Nicolu Toftegaard, sum fangaði kollfirðingarnar á hælinum.

Annað sett var meinlíkt tí fyrsta. Mjølnir legði seg á odda 10-6 og 19-13, men KÍF javnaði til 23-23 og yvirlivdi eisini tríggjar  settbóltar, áðrenn Mjølnir gjørdi sær dælt av tí fjórða og vann settið 28-26. Seinasta duellin var rættiliga long, og tær hjá Mjølni fingu hegnisliga nógvar bóltar uppaftur, sum sóu taptir út, men til síðst vann Mjølnir avgerandi stigið, tá KÍF var dømt fyri at hava verið í netinum.

Í triðja setti tóktisk dysturin avgjørdur, tá Mjølnir streyk framum 12-5 og 16-10, men enn einaferð megnaði KÍF at javna, tá Mjølnir ikki fekk bilbugt við smassjinum frá Elsu Samuelsen, so støðan gjørdist 18-18. KÍF kom í gylta støðu, tá støðan gjørdist, 22-19, men endin gjørdist tó snópisligur fyri kollfirðingar, tí Mjølnir vann næstu seks stigini og settið 25-22.

Dráttur – TB 0-3 (14-25, 12-25, 16-25)

Á Giljanesi hevði TB, sum hevði argentinsku Adrianu Pereyra við aftur, lætt spæl ímóti greipuvinnarunum úr Drátti, sum ikki er sama lið í ár sum seinasta kappingarár. Triðja settið var tað frægasta hjá Drátti, men tað kundi havt endað sum tað ringasta, tá ið TB vann sjey stig á rað og gjørdi tað til 15-6, men seks stig á rað frá Drátti pyntaðu væl um.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Myndin er ikki tøk

Í dag eru tveir dystir í Polestar-deildini við monnum:

ÍF – Fleyr kl. 13:00

Ternan – Mjølnir kl. 16

-----------------------------------------

Mynd: Televarpið (Mjølnir)

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Málið er at brúka 3,5 prosent av BTÚ til verju

24 minuttir síðan
Tíðindi

24 fólk lótu lív á veg heim frá jarðarferð í Kenja

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til NSÍ og fýra stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

1 tími síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

2 tímar síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

3 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

9 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

10 tímar síðan