Mjøndalen tapti á útivølli

Heldur ikki í kvøld fekk Noah Mneney spælitíð fyri Bryne

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu 2-3 á útivølli fyri gamla liðnum hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger í næstbestu norsku fótbóltdeildini.

 

Kongsvinger legði seg á odda tá 21 minuttir vóru leiktir av dystinum. Átta minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Rasmus Holten fyri Mjøndalen, men bert fýra minuttir seinni legði Kongsvinger seg á odda 2-1. Í 73 minutti økti Kongsvinger til 3-1. Tríggjar minuttir seinni minkaði Mats Pedersen um munin til 2-3, men nærri kom Mjøndalen ikki.

 

Noah Mneney slapp ikki á vøllin tá Bryne á heimavølli vann 2-0 (1-0) á Aalesund á heimavølli.

 

Noah hevur bert spælt 15 minuttir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Bryne er fjórðfremst í deildini við 15 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, Kongsvinger.

 

Mjøndalen er nummar 11 í deildini við níggju stigum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF móti Lyn Oslo á útivølli.