Mjørki forðar fólkafundi

Árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar er avlýstur vegna veður.

 

Mjørkin liggur yvir Skarðið, og tí hava fyriskipararnir valt at útseta fundin eina viku, til næsta sunnudag.

 

Eftir ætlan skuldi Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, røða á árliga fólkafundinum, umframt at eisini felagssangur skuldi vera á Skarðinum.

 

Fólkafundurin verður í staðin sunnudagin um eina viku. Farið verður til gongu frá  kunningarstovuni á Bugnum kl. 14, og sjálvur fundurin er klokkan 15:30.