Mladen í stórformi í stórsigri hjá VÍF á KÍF (FM1)

(FM1) Hoyr Andrias Eriksen og Mladen Mjerimacka hjá VÍF og Nicklas Selvig hjá KÍF seta orð á 36-27 stórsigurin hjá VÍF á KÍF

##med2##

Vestmenningar komu flúgvandi úr startholinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum við einum 36-27 stórsigri á KÍF í høllini í Vestmanna. Kollfirðingar vóru betri við í fyrra hálvleiki tá støðan var 16-13 til VÍF í steðginum.

Seinastu løtuna stongdi Mladen Mjerimacka málið hjá VÍF, og vestmenningar drógu bara meir og meir frá kollfirðingum. 

Mikukvøldið spæla kollfirðingar á útivølli móti H71 1, ið vann 35-21 (17-10) á H71 2 í sama bólki, bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

Í bólki 2 vann Kyndil 22-20 (12-9) á Neistanum. Ígjár vann StÍF í sama bólki 31-22 (13-10) á Team Klaksvík. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum í Vestmanna. Hoyr eisini Sjúrð taka samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF, ið gjørdi sítt við at skora átta mál. Vandi toppskjúttin, Filip Jojic skoraði níggju mál í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við sera væl leikandi málverjan hjá VÍF, Mladen Mjerimacka, ið hevði bjargingar uppá samlibond í seinna hálvleiki. Bæði Mladen og Andrias er fegnir um at verða komnir væl frá landi í steypakappingini, men teir taka einki fyri givið, hóast H71 2 er annað av mótstøðuliðunum, ið teir skulu møta.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein hugtungan landsliðsspælara hjá KÍF, Nicklas Selvig sum skoraði trý mál í dag. Nicklas iðrar seg um, at KÍF fall saman í seinna hálvleiki, og hann er ikki so ræðuliga bjartskygdur um uppgávuna sum bíðar móti H71 1 í Hoyvíkshøllini mikukvøldið klokkan 20. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum H71 1 og KÍF á FM1 mikukvøldið klokkan 20. 

 

(VÍF-KÍF 36-27: Dystarendin, og samrøður við Andrias Eriksen, Mladen Mjerimacka og Nicklas Selvig)