MMA-íðkari úr Føroyum: Tú kanst vinna ella tú kanst læra

Luis Pellecer umboðaði Føroyar til MMA-kappingina við Burn Showdown

-Eg helt at tá ið dysturin var liðugur fór eg bert at hava hug at eta pitsa og drekka øl, men hóast eg gaman í havi tann hugin, so er fremsta kenslan, at eg havi hug at venja meira, granska míni mistøk og sleppa at berjast aftur.

Hetta sigur Luis Pellecer stutt eftir at hann hevur tapt sín fyrsta dyst í greinini MMA – Mixed Martial Arts – ið er ein kapping innan fleiri stríðsítrottir.

 

Les eisini: MMA-kappingin í Burn Showdown: Nærum allir dystirnir avgjørdir í fyrsta umfari - Ein heldur ógvusliga

MMA kappingin var partur av Burn Showdown tiltakinum, ið var um vikuskiftið.

Amerikumaðurin, ið býr í Føroyum, tykist sera glaður, hóast bláu merkini í andlitinum bera brá av hvat er farið fram í áttakantaða ringinum stutt frammandunan.

 

Dysturin var avgjørdur í øðrum umfari, tá ið tá ið Luis Pellecer var sligin so mikið ofta at dómarin valdi at steðga dystinum, so at hann endaði við sonevndum tekniskum knock-out.

Luis Pellecer er venjari fyri Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu. Brasilskt jiu-jitsu er tiltikið fyri at geva røttu førleikarnar at fara upp í fjølbroyttu greinina, Mixed Martial Arts.

 

-Eg byrjaði við jiu-jitsu við tí endamáli at sleppa inn í MMA, greiðir Luis Pellecer frá. Eg eri sera fegin um at eg endiliga fekk møguleikan, og eg ætli mær at gera tað aftur, staðfestir hann. Eg steðgaði at venja MMA tá ið eg flutti til Føroya, men seinastu 40 dagarnar havi eg við sera góðari hjálp frá venjarum og liðfeløgum her og í Reykjavík gjørt meg til reiðar til dystin

 

Dysturin var harður. Hetta var fyrsti dysturin hjá føroyska venjaranum, meðan mótstøðumaðurin var heldur royndari.

-Hann var betri enn eg í dag, men um vit kundu tendrað ljósið aftur og gjørt alt umaftur, so hevði eg gjørt tað við gleði, sigur Luis Pellecer kortini.

 

Har var eisini okkurt at fegnast um hjá honum.

-Eg neyt at hava mínar liðfelagar, míni vinfólkt og føroysku familjuna at stuðla mær, og kanska kenni eg at eg sveik tey eitt sindur, tá ið mínar ætlanir í dystinum ikki eydnaðust, men hetta er brenni á bálið hjá mær at venja og gerast betri, tekur Luis Pellecer upp aftur, áðrenn hann greiðir frá við fyndarorðum:

 

-Tú tapir ongantíð veruliga. Tú kanst einans vinna ella læra.

 

Luis Pellecer dugir tó ikki at siga um hann vil mæla fólki í Føroyum til at fara upp í MMA. Hann vísir á at málið hjá honum í løtuni heldur er at skipa fyri sonevndum ‘grappling’ kappingum, ið eru stríðsítrottir ið ikki nýta sløg og spark.

 

Hetta var eisini partur av Burn Showdown tiltakinum, tá ið Luis Pellecer sat við dómaraborðið í jiu-jitsu kappingini, har millum annað tveir serfrøðingar við svørtum belti vóru komnir til Føroya at vísa fram fyri føroysku íðkarunum.

 

Hetta mugu vit menna til vit fáa viðurkenning frá ÍSF og kunnu fara undir at skipa fyri Mixed Martial Arts venjingum í Føroyum, staðfestir Luis Pellecer at enda.