Moderna søkir um góðkenning av koppingarevni í USA – síðan í ES

Við einum virknaði upp á yvir 94 prosent hevur Moderna stórar vónir til sítt egna koronu koppingarevni.

 

Heilivágsfelagið Moderna hevur søkt um at fáa tess koronukoppingarevni góðkent til neyðnýtslu í USA.

Tað upplýsir felagið.

Eisini í Evropa er eftir ætlan ein umsókn á veg, verður sagt.

Boðini koma, eftir at felagið í gjár boðaði frá, at koppingarevnið hevur ein virknað upp á 94,1 prosent. Tað vísir úrslit av fasu 3-kanningum.

Eisini Pfizer og týska Biontech, sum hava ment eitt koppingarevni í felag, hava fyrr sent umsókn um neyðnýtslu av teirra koppingarevni til amerikanska matvøru- og heilivágsstýri (FDA).

Ein nevnd undir FDA hittist 17. desember fyri at taka støðu til koppingarevnið hjá Moderna.

Evnið hjá Pfizer og Biontech skal metast av eini serfrøðinganevnd vikuna frammanundan.

Harvið kunnu tvey koppingarevni verða góðkend innan ársskiftið í USA.

Kanningar vísa, at tað ikki er serligur vandi við trygdini við koppingarevninum hjá Moderna, segði felagið í gjár.

– Vit halda, at vit hava eitt koppingarevni, sum er ógvuliga effektivt. Nú hava vit dátur, sum prógva tað, segði Tal Zaks, sum er undirstjóri í Moderna. Hannog segði, at hann græt, tá hann frætti um úrslitni av fasu 3-kanningunum.

30.000 fólk hava luttikið í kanningunum hjá Moderna.

Tá partabrævamarknaðurin stongdi í gjárkvødlið, vóru partabrøvini hjá Moderna hækkað við 20 prosentum. Tilsamans eru tey hækkað við 700 prosentum í ár.

Felagið upplýsir, at tey kunnu hava 20 milliónir koppingarskamtir klárar at senda á marknaðin í USA síðst í árinum. Tað er nóg mikið av koppingarevni til tíggju milliónir fólk.

Roknað verður við, at tað verður lættari at fáa koppingarevnið hjá Moderna á marknaðin, enn tað hjá Pfizer.

Koppingarevnið hjá Moderna skal goymast í fyrstiskápi. Men tað krefur ikki somu serúgerð, sum tað hjá Pfizer, sum skal goymast í ógvuliga lágum temperaturi.

Eisini felagið AstraZeneca kann klára at hava sítt koppingarevni klárt. Tað er ment við meira siðbundnum háttum enn hini bæði. Her er effektiviteturin lægri, eins og prísurin eisini verður lægri.

/ritzau/Reuters