Møður sum hava mist sínar synir hittu Putin

- Herbúnarnir gerast ógvuliga skjótt óbrúkiligir, tí skotgravirnar eru skitnar og vátar, segði ein av mammunum, sum hittu russiska forsetan. Sjálv hevur hon bæði mann og tveir synir í krígnum.

 

Í dag hitti russiski forsetin, Vladimir Putin, nakrar møður, sum hava mist sínar synir í krígnum í Ukraina.

 

Her var eisini onkur mamma og kona, sum bæði hevur tveir synir og mannin í krígnum.

 

- Eg vil, at tit skulu vita, at eg persónliga og landsins leiðsla deila tykkara pínu, segði forsetin við møðurnar, nú mammudagur er í Russlandi sunnudagin.

 

Forsetin segði, at einki kann bøta um ella afturløna missin av einum soni ella einum barni.

 

Vladimir Putin hitti møðurnar, samstundis sum fólk framvegis eru í døpurhuga um innkallingina av nýggjum hermonum, sum nú doyggja í Ukraina.

 

Tað vóru tilsamans 17 kvinnur og møður, sum í dag hittu russiska forsetan.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ein av møðrunum eisini fýltist á herbúnarnar hjá hermonnunum. Hon hevur bæði mann og tveir synir í krígnum í Ukraina.

 

- Búnarnir gerast ógvuliga skjótt óbrúkiligir, tí skotgravirnar eru skitnar og vátar, segði hon í eini sjónvarpsupptøku frá fundinum við Vladimir Putin.