Møguleikar fyri at lækka elprísin

Rakstrarárið 97 hildnaðist væl, verður m.a. sagt í ársfrágreiðingini hjá SEV. Hóast elprísurin aftur varð lækkaður við ársbyrjan, so er rakstrarúrslitið 5,2 mió. krónur betri enn tillagaða rakstrarætlanin legði upp til

Mikudagin tann 20. mai varð eykaumboðsnevndarfundur í SEV og var eisini ársfrágreiðingin fyri 97, ársfrágreiðingin fyri 44. rakstrarárið hjá SEV, framløgd.

Í frágreiðingini stendur m.a., at eftir fleiri ár við afturgongd, er lýggjari rák at merkja í búskapargongdini og samfelagnum annars. Og rakstrarárið hjá SEV hildnaðist væl, verður sagt, og framleiðsluvøksturin varð bert 0,5%.

? Hóast elprísurin aftur varð lækkaður við ársbyrjan, hesaferð við 6 oyrum/Kwh, so er rakstrarúrslitið 5,2 mió. kr. betri enn tillagaða rakstrarætlanin legði upp til.

? Samstundis, sum elnýtslan er økt nakað, minkaði rentuútreiðslurnar og avskrivingarnar. Felagið er nú ført fyri at fíggja stóran part av íløguvirkseminum sjálvt, men er eisini ført fyri at klára tey stóru óhappini á rakstrargøgnini eins og neyðugar endurnýggingar, stendur í ársfrágreiðingini.

Og óhapp hava eisini verið í 97. Norðuri á Strond eru nýtt turbinuaggregat og nýggj rørleiðing tikin í nýtslu, ein kostnaður uppá 12,5 mió. kr., og minni generatorurin á Fossáverkinum er eisini sendur til umvælingar í Vesturtýsklandi og henda umvæling er mett at kosta 0,5 mió. kr.

? Vit meta annars búskaparligu gongdina í felagnum soleiðis, at rentuútreiðslur, avskrivingar og rakstrarútreiðslur annars ikki fara at vaksa munandi, men heldur falla. Hetta gevur møguleika fyri at lækka elprísin, veður sagt.


Liberalisering

Og víðari stendur í ársfrágreiðingini, at tað sum sermerkir kjakið á orkuøkinum, er fyri tað mesta tann globala umhvørvisávirkan av orkuframleiðslu og hvussu hon kann minkast. Semjan frá umhvørvisfundinum í Kyoto er, at ídnaðarlondini skulu minka um vakstrarhúsgassemissiónir við í minsta lagi 5% í tíðarskeiðnum 2008-2012. ES hevur sett sær fyri at minka um vakstrarhúsávirkanina við 25% í sama tíðarskeiði.

? Eitt annað nógv umrøtt mál er liberalisering av elorkumarknaðinum. Tað er helst trupult at ímynda sær, hvussu hetta kann gerast her hjá okkum, men eingin ivi er um, at krøvini frá kundunum gerast størri og hesi krøv skulu vit ganga á møti.


Felagið mennast

? Í praksis merkir hetta, at vit skulu menna felagið til betri kundatænastu gjøgnum orkuráðgeving til virkir og vanliga húsarhaldið og ráðgeving innan nýtslu av orkusparandi tólum.

Og at enda verður sagt í ársfrágreiðingini, at miðskeiðis í 80-unum varð SEV gjørt til eitt orkufelag. Endamálið var at geva rúmd fyri øðrum enn elorkuframleiðslu og sølu. Tíðin er helst komin at taka støðu til, hvønn leiklut SEV skal hava í framtíðar oljuvinnu í Føroyum, og um aðrir møguleikar eisini skulu troytast.