Tað tykist vera breið semja um, at fyri Føroyar var lutakastið til EM undankappingina ikki serliga heppið. Eingin av fíggjarligu tungvektarunum kom í bólk við Føroyum, sum heldur ikki fáa gleðina av at spæla ímóti onkrar av norðurlendsku grannatjóðunum.
Men tað kundi verið uppaftur verri, verður eisini víst á, og tey, sum fyrst og fremst hugsað um ítróttarligu síðuna av søkini, halda, at mótstøðulondini eru av einum sovornum slagi, at tað er møguleiki fyri at røkka einum samantaldum úrsliti, sum verður betri, enn úrslitini hava verið í undankappingunum, sum Føroyar higartil hava tikið lut í.
Allan Simonsen, landsliðsvenjari, telist millum teirra, sum sær møguleikar fyri fleiri stigum enn higartil. Hann vísir á, at Føroyar hava vunnið á útivølli ímóti Estlandi, og so heldur hann, at møguleikin at fáa stig ímóti onkrum av teimum stóru er ikki so lítil í hesum bólkinum. Hann sigur tað ikki serliga ítøkiliga, men ivaleyst hugsar hann um, at møguleiki átti at verið fyri onkrum javnleiki á heimavølli, tá Skotland, Litava, Bosnia-Hersegovina og Kekkia koma á Svangaskarð.
Jens Martin Knudsen, mest royndi føroyski spælarin, er samdur við venjaranum:
? Dreymarnar um at spæla á Wembley og at taka ímóti italsku og týsku heimsstjørnunum mugu vit leggja til síðis í fyrstu atløgu. Eg kundi havt hugsað mær ein litfagrari bólk enn tann, sum vit eru endaðir í, men eg dugi væl at síggja, at vit hava møguleikar fyri fleiri stigum, enn vit hava fingið higartil, og tað eiga vit at gleða okkum um, tí tað er fyrst og fremst stig og sigrar, sum vit eru áhugaði fyri.
Javnasti bólkurin
Ivan Moskalenko telist millum størstu altjóða fótbóltsserfrøðingarnar í Russlandi. Hann hevur sera stóran áhuga í Føroyum og í føroyskum fótbólti, og á ferðum, sum hann hevur verið saman við landsliðnum, hevur hann aftur og aftur staðfest, at hann veit meiri um og hevur størri innlit í altjóða fótbólt, enn tey flestu.
Í løtuni er hann staddur í Føroyum, og hann er ikki í iva um, at tá allir níggju undankappingarbólkarnir verða sammettir, so eru Føroyar komnar í tann, har tað er minst upplagt, hvussu tað fer at laga seg:
? Fýra av teimum seks londunum hava møguleika at spæla seg í endaumfarið. Skotland er tað veikasta av teimum níggju londunum, sum vórðu hægst styrkismett, og Bosnia er tað sterkasta av teimum londunum, sum vórðu flokkað í fjórðu røð. Kekkia og Litava hava møguleika at enda millum tvey tey bestu, og eg haldi, at Estland og Føroyar hava møguleika at taka stig frá hinum londunum. Tað kann væl vera, at tað fer at hava týdning fyri endastøðuna, hvussu nógv stig Føroyar og Estland hava tikið frá hinum londunum, sigur Ivan Moskalenko, sum heldur, at tilfarið hjá Allani Simonsen er so mikið spennandi, at liðið kann gerast væl betri. Hann ger eisini sínar metingar av mótstøðulondunum. Seinni verða møguleikar at venda aftur til hetta, men her skulu vit í stuttum draga okkurt fram av tí, sum hann sigur.
Skotland
Føroyar taptu 2-0 á Svangaskarði 7. juni í 1995. Fleiri av bestu monnunum hjá Skotlandi vóru ikki við í Føroyum ta ferðina, men Moskalenko heldur, at tað er lítið sannlíkt, at skotar fara at hava betri lið hesa ferð:
? Flestu av stuðulsspælarunum eru gamlir og hava tískil sæð sínar bestu dagar sum fótbóltsspælarar. Craig Brown verður kanska aftur venjari, og hann megnar sera væl at fáa burturúr tilfarinum, men tað er ein veikleiki, at tað nú eru so fáir skotskir landsliðsspælarar í ensku kappingini.
Kekkia
Ivan Moskalenko veit at siga, at teir hava fingið nýggjan venjara. Dusan Uhrin hevur tikið seg aftur og er farin til Miðeystur, har møguleiki er at vinna stórar peningarupphæddir. Jozef Chovanes er nýggjur venjari. Hann er 37 ára gamal og hevur áður verið liðformaður á landsliðnum.
? Kekkarnir hava somu spælarar, sum teir høvdu í síðstu kapping, men teir hava stórar trupulleikar. Poborsky og Berger vóru stjørnur, tá tað gekk væl í EM í 1996, men bæði í feløgunum, Manchester United og Liverpool, og á landsliðnum hava teir síðani havt stórar trupulleikar. Nedved og Bejbl úr ávikavíst Lazio og Atletico Madrid vera ivaleyst høvuðsstuðlar á einum liði, sum tað ber illa til at meta um styrkina á.
Litava
Høvuðsítróttargreinin er basketball, har teir teljast ímillum teir stinnastu í Europa, men av teimum baltisku londunum eru teir nógv teir stinnastu í fótbólti: ? Tá hugsað verður um, at samlaða fólkatalið bara er umleið tríggjar milliónir, so hava teir framúr nógvar ungar fótbóltsspælarar. Kendasta fótbóltsfelagið hjá teimum er Zalgiris Vilnius. Tað sigur nakað um styrkina, at hetta felagið í áttati árunum var millum tey bestu í sovjetisku 1. deildini.
Í HM undankappingini var um reppið, at Litava spældi seg í endaspælið. Um teir í síðsta dystinum høvdu vunnið á heimavølli ímóti Írlandi, so høvdu teir endað á øðrum plássi, men teir taptu 2-1 ímóti Írlandi, sum seinni mátti lúta fyri Belgia.
Litava vann 2-0 á Íslandi heima og spældi 0-0 í Reykjavík, teir vunnu báðu ferðirnar ímóti Liktinstein ? 2-0 úti og 2-1 heima, og teir vunnu við somu úrslitum á Makedonia, men tá var 2-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Ímóti Rumenia taptu teir 1-0 heima og 3-0 í Bukarest.
Bosnia
Ivan Moskalenko undirstrikar landsliðsstyrkina við at vísa á, at Bosnia á heimavølli vann 3-0 á Danmark í HM undankappingini:
? Liðið er nú í javnvág. Teir byrjaðu illa í síðstu kapping, men móti endanum vóru teir sera sterkir. Merkisvert er, at teir ikki taka lut í Europa Cup. Tað kemst av, at teir hava tríggjar landskappingar og harvið tríggjar meistarar ? ein slaviskan, ein kátólskan og ein muhamedanskan. Higartil hava bara muhamedsmenn mannað landsliðið.
Estland
Føroyingar hava tvær ferðir roynt seg ímóti Estlandi, og tað er heilt greitt, at tað er fyrst og fremst ímóti hesari tjóðini, at møguleiki verður at fáa stig. 24. februar í 1996 endaði venjingardysturin á Kýpros 2-2, og 6. august í fyrraárið vunnu Føroyar 2-0 í Tartu.
? Men eg vil mæla til at ansa eftir. Eg veit væl, at fleiri av bestu føroyingunum vóru ikki við í Tartu, men tá manglaðu eisini tveir teir bestu hjá heimaliðnum. Annar var málverjin Mart Poom, sum verjir málið hjá Derby County í bestu ensku deildini, og hin var Marek Lemsalo, sum akkurát tá royndi seg í Liverpool og nú er í Barnsley. Men alt annað líka, so haldi eg, at føroyingar hava áttu at havt góðar møguleikar ímóti Estlandi og serliga á Svangaskarði, heldur Ivan Moskalenko, russiskur fótbóltsserfrøðingur.