Møguleiki er fyri stórdysti í fyrsta umfari

Kvinnur: Stórur møguleiki er fyri, at finalistarnir í 2022 hittast longu í fyrsta umfari

Lutakast hevur verið um, hvussu tað fer at verða spælt í steypakappingunum.

 

Hjá kvinnum fall luturin soleiðis, at Í undanumfarinum fáa greipuvinnararnir í KÍ vitjan av ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Og um tað eydnast favorittunum í KÍ at vinna ímóti ÍF, so lagaði lutakastið tað í kvøld soleiðis, at næsta mótstøðuliðið verður HB í Gundadali.

 

Í fjør vóru tað KÍ og HB, sum spældu steypafinalu, sum KÍ vann 2-1.

 

Í fjør var NSÍ næstbest í landskappingini. Í fyrsta umfari í ársins landskapping, sum var um vikuskiftið, vann KÍ 11-0 á heimavølli ímóti TB/FCS/Royn, og NSÍ vann 2-0 á útivølli ímóti 07 Vestur. NSÍ skal í fjórðingsfinaluni í steypakappingini spæla ímóti vinnaranum millum FC Hoyvík og 07 Vestur.

 

 

 

Fyrsta umfar

 

FC Hoyvík – 07 Vestur

 

KÍ - ÍF

 

Fjórðingsfinala

 

HB – KÍ/ÍF

 

EBS/Skála – B36

 

FC Hoyvík/07 Vestur – NSÍ

 

Víkingur – TB/FCS/Royn