Møguleiki er fyri summaransing

Men, boðast skal frá, hvønn tørv barnið hevur á summaransing

- Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tó er møguleiki fyri summaransing í hesum tíðarskeiði

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Men, fyri at kenna veruliga tørvin og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt, er ynskiligt, at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini.

 

Í Klaksvíkar kommunu heita tey tískil á foreldur um at boða frá umvegis heimasíðuna hjá kommununi um, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.

 

- Fráboðanin um summaransing skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 7. mai, verður lagt aftrat.