Møgulig farleið til Hetlands

Fyri seks árum síðani varð farleiðin hjá MS Norröna til Hetlands strikað. Nú royna myndugleikarnir í Shetland Islands Coucil at endurreisa farleiðina millum Bergen og Hetland

Fyri seks árum síðani varð farleiðin hjá MS Norröna til Hetlands strikað. Nú royna myndugleikarnir í Shetland Islands Council at endurreisa farleiðina millum Bergen og Hetland. 

 

- Vit áttu uppií selskapinum, sum hevði ferjuna undir hond. Tíverri datt farleiðin niðurfyri, men vit royna at endurreisa hana, sigur Malcolm Bell, ið er limur í Shetland Islands Council (SIC) við NRK. Hann leggur afturat, at myndugleikarnir í Hetlandi tosa við Smyril-Line um at endurreisa farleiðina. 

 

Smyril-Line byrjaði í 2003 at skipa fyri túrum millum Føroyar, Ísland, Skandinavia og Hetland við MS Norröna. Í 2008 varð túrurin millum Bergen og Hetland strikaður, og árið eftir reyk túrurin til Bergen og Skotland. Síðani 2009 hevur MS Norröna bert flutt ferðafólk millum Føroyar, Ísland og Danmørk. 

 

Lítið Virksemið í Føroysk-Hetlendska vinarfelagnum

Virksemið í felagnum »Føroyskt-Hetlendskt vinarfelag« hevur ikki verið nakað stórvegis seinastu árini. Hetta er orsakað av vánaliga ferðasambandinum londini millum. 

 

- Tað hevur víst seg trupult at fáa ferðafólk at fylla tey stóru flogførini hjá Atlantic Airways, so her skal eitt arbeiði gerast at savna fólk. Eitt ódýrari samband, t.d við smærri flogførum ella sjóvegis kundi verið ein loysn, skrivar felagið á facebook-síðu felagsins. 

 

Spennandi verður at síggja, um vinarfelagið fær størri virksemi, um farleiðin verður endurreist.