Tá samkomuhúsið Betesda í Klaksvík helt til í Vøruhúsinum, byrjaðu Marita Sivertsen og Dagny Tróndheim at lata dyrnar upp fyri almenninginum og seta kaffi útá. Hetta var um summarið í 2012, og kaffistovan í Betesda varð so væl umtókt ta summarið at tær høvdu opið hvønn dag.
- Vit sóu ein tørv, tí onki annað var í Klaksvík av slíkum tá, sigur Marita Sivertsen. Tað fyrsta summarið var opið hvønn dag í vikuni. Tá summarið var liðugt var hetta eisini liðugt, hildu vit, men tað vísti seg skjótt at tað blíva til eitt vacuum, so í oktobur opnaði aftur, og tá valdu vit at hava kaffistovuna einaferð um vikuna.
Í dag, næstan trý ár seinni, er kafe virksemi vaksið nógv í býnum, og alsamt fleiri matstøð hava latið upp. Hóast hetta er kaffistovan í Betesda, sum bert hevur opið tveir tímar um vikuna, væl vitjað.
-Týdningurin av eini slíkari kafe er stórur, tí í dag koma umleið 100 fólk, bæði ung og eldri, hvørjaferð til kafeina. Eisini vitja eldrasambýli og barnagarðar kafeina, sigur Marita Sivertsen.
Betesda heldur ikki longur til á Vøruhúsinum, men samkoman hevur bygt ein nýggjan snotiligan bygning í býnum. Samkoman hevur hildið til í nýggja bygninginum í eitt ár, men talið av fólki sum kemur á kafe er ikki minkað.
Á kaffistovuni bjóðar samkoman ókeypis kaffi, køku, frukt og annað. Eisini plaga tónleikarar at sita handan guitara ella harmoniku og spæla.
- Um summarið eru nógv ferðafólk á kafeini eisini, og hesi vilja fegin lata pening til húsið, og tí er ein bússa á borðinum, sigur Dagny Tróndheim.