Møtti í Klaksvík - dysturin var í Havn

Eli Müller hevði gjørt ein brølara, og tí mátti útileikari fara í mál hjá Kyndli.

 

Tað var ein heldur margháttilig støða í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil og Team Klaksvík spældu í bestu mansdeildini. Kyndil vann dystin greitt 36-27 og fekk sín fyrsta sigur í ár, men tað verður neyvan tað, sum hesin dysturin fer at verða mintur fyri.

 

Kyndil manglar málverjan Mladen Mjerimacka vegna vantandi uppihaldsloyvi, og tískil eru tað Eli Müller og Tórður Guttesen, sum mynda málmanstoymið. Teir báðir vórðu sum vant skrivaðir á dómaraseðilin, men tá ið dysturin skuldi byrja, var eingin Eli Müller at síggja.

 

Funnið verður tá út av, at Eli Müller er í Klaksvík. Har er hann møttur upp við ítróttartaskuni, tí hann helt, at dysturin skuldi spælast har. Tórður Guttesen er tískil einsamallur málverji hjá Kyndli, tá ið dysturin byrjar.

 

Og sum var tað ikki ríkiligt, so gerst Tórður Guttesen skaddur tá ið umleið 20 minuttir eru farnir av dystinum. Hann fær ikki hildið fram. Eli Müller hevur tá kós ímóti høvuðsstaðnum, men hann var framvegis ikki náddur fram, og tí vóru góð ráð dýr.

 

Útispælarin, Torvald Abrahamsen, tók ein fyri liðið og fór í málið at standa teir minuttirnar, ið eftir vóru til hálvleiks. Hann gjørdi seg als ikki fyri skommum og hevði tríggjar góðar bjargingar, áðrenn hann í seinna hálvleiki varð avloystur av høvuðspersóninum hetta kvøldið, Eli Müller.