Mohammad Reza Zahedi deyður í ísraelskum álopi

Ein iranskur toppleiðari er deyður í ísraelskum loftálopi á iransku sendistovuna í Damaskus í Sýria

Ísrael hevur framt loftálop á eitt múgvandi grannalag í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus. Hetta vita statsriknir miðlar í Sýria at siga í dag.

 

Reuters endurgevur eisini iranskar miðlar fyri at siga, at ísraelska álopið var vent móti iransku sendistovuni og iranskum sendifólkum í Sýria.

 

Ónavngivnar keldur siga við Reuters, at ein høgtstandandi maður í iransku tjóðarhirðuni, Mohammad Reza Zahedi, er millum tey, sum hava latið lív í álopinum.

 

Iranskt sjónvarp hevur eisini váttað, at Mohammad Reza Zahedi er deyður í ísraelska álopinum, umframt fimm onnur fólk, sum vóru á sendistovuni.

 

Bæði statsriknir sýriskir miðlar og eitt tíðindafólk hjá AFP-tíðindastovuni hava váttað, at iranska sendistovan í Damaskus er í knúsi eftir ísraelska álopið.

 

##med2##

 

Seinastu vikuna hevur Ísrael framt eina røð av álopum á mál í Sýria.

 

Sambært útlendskum miðlum lótu 53 fólk lív í einum ísraelskum álopi fríggjadagin. Álopið var vent móti einari rakettgoymslu hjá Hizbollah-felagsskapinum, nærindis sýriska býnum, Aleppo.

 

Millum tey, sum lótu lív, vóru 38 sýriskir stjórnarhermenn og sjey limir í iranskt stuðlaða Hizbollah-felagsskapinum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at seinastu árini hevur Ísrael framt fleiri hundrað álop á hernaðarligar felagsskapir í Sýria, sum stríðast fyri forseta landsins, Bashar al-Assad.

 

- Borgarakríggið í Sýria hevur vart í 13 ár, og ísraelsku álopini hava verið fleiri, síðan hin 7. oktober í fjør, tá Hamas, sum samstarvar við Hizbollah, leyp á Ísrael, skrivar NTB.